Skriva út

Metstórur áhugi fyri Setrinum

Yvir 200 nýggj lesandi við lestrarbyrjan


Væntandi byrja um 213 nýggj lesandi á Setrinum við lestrarbyrjan í ár. Hetta talið byggir á svar frá teimum, sum eru innkomin, og sum hava tikið ímóti tilboðnum um at lesa á Setrinum. Kortini kann talið broytast eitt sindur enn, men hægri verður tað neyvan. Afturat hesum eru umleið 330, sum longu frammanundan eru innskrivað við útbúgvingarnar á Setrinum, umframt stakgreinalesandi, sum ikki taka fulla útbúgving á Setrinum. Væntandi verða tað sostatt tilsamans umleið 540 fulltíðarlesandi á Setrinum komandi lestrarár.

Tann parturin á Setrinum, sum hevur flest lesandi í dag, er Læraraskúlin. 70 lesandi skulu byrja at lesa til lærara og námsfrøðing í ár. Áhugin fyri at lesa á Søgu- og samfelagsdeildini og til KT-verkfrøði á Náttúruvísindadeildini er eisini stórur, við ávikavist 50 og 38 nýggjum lesandi á hesum útbúgvingunum. Orsakað av avmarkingum í umstøðum fyri starvsvenjingum eru bert 22 nýggj lesandi tikin inn á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum í ár. Hetta er knapt ein triðingur av øllum umsøkjarunum. Føroyamálsdeildin tekur 22 fulltíðarlesandi inn í ár. Annars síggjast hagtølini í talvu 1.
 

Talva 1   

Tal av umsóknum og upptøka til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum

 

ÚtbúgvingUmsóknir 14. juli 2010 Upptøka 16. august 2010Lívfrøði               7               49


Jarð- og havfrøði               5KT-verkfrøði              54Lærari              83                70Námsfrøði              65Sjúkrarøktarfrøði              59               22Samfelagsvísindi              36               50


Stjórnmálafrøði              15Søga              16Føroyskt              31                22Íalt             371              213

 
Tey 213 nýggju lesandi á Setrinum byrja lesturin við einum felags innleiðsluskeiði hósdagin 19. august kl. 9.00 í Læraraskúlahøllini. Endamálið við innleiðsluskeiðnum er at kunna um ymisk lestrarviðurskifti og at samansjóða tey lesandi á øllum deildunum og skúlunum á Setrinum.

 

Á skránni verða ymisk áhugaverd evni so sum:

  • Frá næmingi til lesandi
  • Kunning um:

           >  Deildir og skúlar á Setrinum
           >  Bygnað og leiðslu á Setrinum
           >  Setursskrivstovuna og Altjóða Skrivstovuna
           >  Landsbókasavnið
           >  Studna
           >  Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS)

  • Ymisk samansjóðandi tiltøk

 

Skrá fyri felags innleiðslu fyri nýggj lesandi á Setrinum í Læraraskúlahøllini á Frælsinum

Kl.  Hósdagur 19. august 201009.00Rektarin bjóðar vælkomin09.15Samansjóðing09.45Kaffi/te og køka10.15Frá næmingi til lesandi11.15Um deildir og skúlar á Setrinum12.15Døgurðasteðgur (Frí kl. 13.00)13.00Kunning um First Class og aðra samskiftistøkni

 

 

Kl.Fríggjadagur 20. august 2010Kunning um:09.00Studna09.20Setursskrivstovuna/Altjóðaskrivstovuna09.50Landsbókasavnið10.20MFS10.30Frá lesandi til lesandi12.00Setrið bjóðar miðmála í Jónas Broncks gøtu, veghæddini13.00Takk fyri og góða eydnu