University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Miðlar, mentan og seinmodernitetur - Firouz Gaini
Fróðskapur
14.09.2008

Miðlar, mentan og seinmodernitetur - Firouz Gaini

Fróðskapur hevur givið út bókina Miðlar, mentan og seinmodernitetur eftir Firouz Gaini, Ph.D. í mannfrøði. Bókin er 300 síður og kostar 280 kr í bókabúðunum.


Bókin er ein stytt útgáva av ph.d-ritgerðini hjá Firouz Gaini, hvørs almenna verja fór fram á Fróðskaparsetri Føroya í 2007. Endamálið við at stytta ritgerðina til bókaútgávu er at gera hana atkomiligari fyri ein breiðan lesaraskara.

Føroyskur ungdómur hevur ikki áður verið fyrimál hjá fólki, ið granskar føroyska samfelagið. Granskingin, hvørs úrslit nú fyriliggja, umboðar fyrstu veruligu roynd at lýsa ungdómin í landinum vísindaliga. Endamálið við verkætlanini hevur verið at hyggja nærri at ungdóminum í landinum í dag úr einum mannfrøðiligum sjónarhorni.

Føroyskur ungdómur livir í einum opnum, framkomnum og miðlaríkum samfelagi, ið stendur í eini skiftistíð har kjakast verður um virðir og normar, ið ymiskir samfelagsbólkar knýta seg til.

Ungdómurin í dag livir undir øðrum fortreytum enn foreldraættarliðið gjørdi, og tað er av týdningi, at vit fáa eina dagførda lýsing av hesum samfelagsbólkinum. Fyri at skilja tey ungu (og trupulleikar, tey hava at dragast við) noyðast vit at kanna, hvussu mentan, livikor og familjuviðurskifti teirra eru.

Mentanarligi samleikin hjá ungdóminum er settur saman av lokalum og globalum stílum og siðum, og er hetta nakað, ið eyðkennir seinmodernitetin, ið hevur sett sín dám á føroyska samfelagið síðan umleið 1990. Hetta er ein høvuðshypotesa í ritinum.

Bókin vendir sær til øll, ið hava áhuga fyri ungdómslívi og ungdómsmentan í Føroyum; bæði ung og foreldur, granskarar og lærarar, ráðgevar og námsfrøðingar. Bókin er eitt vísindaligt íkast til kjakið um skúla og læring, frítíð og mentan í Føroyum í dag og í framtíðini.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2023-08-30 at 14-03-51 Kampus Her er vinnarauppskotið.png

    Kampus: Felagsbygningurin liðugt projekteraður

  2. Barn Við Fingramáling Námsvísindi Diplom Freerangestock

    Kom og hoyr um nýggja námsfrøðiliga útbúgving

  3. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin