University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Miðnámsprógv og hvat so?
14.02.2017
Lestrarskrivstovan Til lesandi

Miðnámsprógv og hvat so?

Fróðskaparsetrið fer nú undir árligu kunningina á miðnámsskúlunum. Lagt verður fyri hósdagin í miðnámsskúlanum í Hovi


Á hvørjum ári fer Fróðskaparsetur Føroya á rundferð til allar miðnámsskúlarnar í landinum. Ørindini eru at kunna um, hvørjar útbúgvingar eru í boði á Setrinum.

Altjóða Skrivstovan kunnar um lestrarmøguleikar uttanlands, eisini um skiftislestur uttanlands fyri tey, ið lesa á Setrinum. Somuleiðis verður kunnað um fíggjarligu stuðulsskipaninar í sambandi við lesnað.

Kunningarrundferðin byrjar í Hovi nú hósdagin og endar á Glasi í Marknagili í Havn 1. mars. Fyrrverandi næmingar á miðnámsskúlunum eru eisini væl komnir til kunningartiltøkini, ið verða  hesar dagar:

Miðnámsskúlin í Suðuroy: Hósdagin 9. februar kl. 12.00-13.30
Tilfeingisskúlin í Vestmanna: Mikudagin 15. februar kl. 9.40-12.30
Glasir Hoydalar: Mikudagin 15. februar kl. 13.45-15.15
Klaksvíkar HF-skeið og Tekniski Skúli: Týsdagin 28. februar kl. 9.45-11.20
Miðnám á Kambsdali: Týsdagin 28. februar kl. 11.55-13-25
Glasir við Marknagilsvegin: Mikudagin 1. mars kl. 13.45-15.15

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum