Anna K. Matras
23.03.2011
Søgu- og samfelagsdeildin Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Skriva út

Mikkjals Smiðja – fyrsta Economusée í Føroyum

Í morgin 24. mars verður skipað fyri móttøku í Smiðjuni hjá Mikkjali á Trøllanesi. Henda dagin verður Economusée – Mikkjals Smiðja latin upp. Í fyrsta umfari bert fyri innbodnum, og seinni í mai/juni verður latið upp fyri almenninginum.


Málið er, at smiðjan skal menna førleikar, sum í dag eru horvnir. Høvi skal vera hjá ungdómi, og øðrum, ið hava áhuga við jarnsmíð, at síggja, hvussu jarnsmíð fór fram, áðrenn tað bleiv mekaniserað. Møguleiki verður eisini fyri at hava listaliga verkstovu í smiðjuni.  Í smiðjuni hjá Mikkjali er essa/opin eldur og tey amboð, ið eru knýtt at jarnsmíði í essu. Men smiðjan hevur eisini øll nýmótans amboð.  

 

At Mikkjals Smiðja er vorðin eitt Economusée merkir, at smiðjan er partur av einum evropeiskum og kanadiskum netverki, ið hevur sum uppgávu at marknaðarføra og halda lív í siðbundnum handverki og hjúkla um handbornan kunnleika. Netverkið skipar og mennir smá serkøn virki innan listahandverk og siðbundið handverk. Virki, sum eru partar av Economusée, lata hurðarnar upp fyri almenninginum og bjóða læruríkar og áhugaverdar upplivingar.  


Les meira