Eivind Weyhe heiðraður við virðisløn
Myndina hevur Birgir Kruse tikið.
23.07.2024
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Minningarorð um Eivind Weyhe

Viðhvørt virkar tað sum um, at ringitónin á telefonini ljóðar so syrgiligur, serliga tá ið telefonin ringir skeivar tíðir. Og tað var júst tað, sum hendi seinnapartin leygardagin 20. juli 2024. Tá átti arbeiðstelefonin at tiga. Sorgarboð. Boðini vóru, at Eivind Weyhe var farin. Hann doyði hósdagin 18. juli, 82 ára gamal eftir stutta sjúkralegu.

Eivind var vágbingur, føddur flaggdagin, 25. apríl í 1942. Eftir at hava tikið studentsprógv starvaðist Eivind sum læraravikarur eitt nú í Sumba, áðrenn hann fór til Keypmannahavnar at lesa norrøna málfrøði. Í 1979 kom Eivind í starv á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya og starvaðist har fyrst sum adjunktur og síðan sum lektari, til hann gavst fyri aldur fyri nøkrum árum síðani.

Hansara granskingarøki vóru fleiri. Hann hevði serligan áhuga fyri staðarnøvnum og øðrum nøvnum. Hann granskaði eisini í kvæðum og táttum. Høvuðsritgerð hansara á universitetinum í Keypmannahavn var um táttayrking í Føroyum. Eitt triðja granskingarøki hansara vóru málføri. 

Øll hansara granskingarligu áhugamál eru væl skjalprógvað við skrivligum tilfari. Í sambandi við 70 ára føðingardagin í 2012 fekk Eivind eitt heiðursrit, sum starvsfelagar á Føroyamálsdeildini høvdu ritstjórnað. Henda bók við heitinum Eivindaródn. Greinar 1970-2011 við greinum eftir Eivind sjálvan vísir tann víðfevnda fakliga áhugan hjá Eivindi. Á baksíðuni á hesum virðiliga varða stendur m.a. soleiðis:

“Eivindaródn – Greinar 1979-2011 er eitt víðfevnt og djúptøkið íkast til kunnleika og orðaskifti um føroyskt mál og mentan frá einum av fremstu málfrøðingum okkara. Eivind Weyhe hevur í starvi sínum á Fróðskaparsetri Føroya síðan 1979 laðað upp í vitan okkara um ein langan repil av málsligum og skaldskaparligum evnum í føroyskari mentan og styrkt støðið undir framhaldandi føroyskari gransking.”

Henda bók upp á 662 blaðsíður vísir ein hendinga virknan og fjølbroyttan granskara, sum týðiliga vísir tey granskingarligu áhugamálini: Navnafrøði, málføri, málfrøði, kvæði, tættir og sangir.  

Í 2012 fekk Eivind Weyhe virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fyri bøkurnar Eivindaródn (2012), Hentzesavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki (2011) og Í miðjum grasgarði (2003). Grundgevingin fyri at lata Eivindi henda heiður var, at hesar bøkur eru úrslit av nærlagdari gransking og kunnu brúkast sum tilfar til víðari gransking. 

Eftir at Eivind fór úr starvi, gav hann út tvær áhugaverdar bøkur um nøvn, Fjallanøvn (2020) og Vatnanøvn (2021). Hesar bøkur vísa hansara nærlagni, og tær fingu góð ummæli frá útlendskum navnagranskarum.

Hann var virkin líka til tað seinasta og hevur givið út greinar, eftir at hann legði frá sær. Eitt nú liggja tvær greinar klárar til prentingar, nú hann brádliga andaðist. 

Eivind var deildarleiðari á Føroyamálsdeildini árini 1992-1998 og limur í megindeildar-ráðnum, tann tíð tað var. Hann var formaður fyri Staðarnavnanevndina frá byrjan í 2010, til hann fór úr starvi. Eivind var eisini limur í Málráðnum frá byrjan í 2013 og fleiri ár fram. Hann arbeiddi nógv við Stavsetingarorðabókini, eisini eftir at hann var farin úr Málráðnum, og  hann var við til hátíðarhaldið í Varpinum í Klaksvík, tá ið Stavsetingarorðabókin alment varð tikin í nýtslu fyrr í ár. 

Eivind var heiðurslimur í Magistarafelag Føroya. Í 1983 fekk hann hugskotið at stovna eitt fakfelag fyri tey, sum arbeiddu á granskingarstovnunum, og var við til at fyrireika stovnandi aðalfundin í mai 1984. 

Eivind var tikin úr leikum sum undirvísari. Altíð væl fyrireikaður. Tað eru nógvir studentar, sum hava notið gott av Eivindsa góðu pedagogisku evnum.

Vit starvsfólk á Føroyamálsdeildini vilja við hesum fáu orðum vísa okkara samkenslu. Vit vilja við takklæti og virðing minnast ein góðan starvsfelaga og lýsa frið yvir minnið um Eivind Weyhe. 

Starvsfólkið á Føroyamálsdeildini