University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Karen Breiner Petersen Klipt Privatmynd
20.01.2026
Setrið Námsvísindadeildin

Minningarorð um Karen Breiner Petersen, cand.theol.

27. desember 2025 andaðist Karen Breiner Petersen, sum í mong ár starvaðist á Føroya Læraraskúla, sum undirvísari í Kristni og Religión

Karen Breiner Petersen varð fødd 16. august 1943 í Keypmannahavn. Foreldrini vóru Edith og Peder Breiner Henriksen. Longu tá Karen var trý ára gomul, flutti familjan til Tamil Nadu í India, har tey búðu árini 1946 – 1957.

Karen giftist Svend Petersen í 1970, og saman fingu tey tvey børn.

Karen tók prógv sum cand.theol frá universitetinum í Keypmannahavn í 1976.

Hon hevur arbeitt sum lærari og lektari í Kristni og Religión á Føroya Læraraskúla frá 1976 til 2010 og í Bíbliukunnleika á Fróðskaparsetri Føroya frá 1977 og 1979.

Lesandi siga um Karen, at hon var vitandi og umhugsin. Eingin ivi var um hennara persónligu áskoðan, men hon dugdi eisini at liva seg inn í ymiskar átrúnaðir og aðrar mentanir. Hon var eitt dannað menniskja og dugnaligur undirvísari, sum dugdi væl at miðla.

Barndómurin í India stóð livandi í hennara minni, og hon greiddi mangan frá hesi tíðini.

Barndómsupplivingarnir hava óivað verið við til at geva hennara útsýni dýpd og rúmligheit. Í undirvísingini í Etikki og Religión vóru tað ofta stórir spurningar og álvarsmál, sum kjakast bleiv um, og har dugdi Karen sera væl at geva pláss til rúmligt kjak, har ymiskar áskoðanir kundu sleppa framat.

Sum starvsfelagi var Karen sera dámlig. Tók væl ímóti nýggjum lærarum og gjørdi sítt til, at tey føldu seg væl. Hon var mild í orð og tal, men hevði greiðar meiningar, sum hon dugdi væl at fáa fram uttan stórt hóvasták.

Karen fór frá sum lærari á Læraraskúlanum í 2010, 67 ára gomul, og saknur var í henni.

Friður veri við minninum um Karen Breiner Petersen.

Ein starvsfelagi

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. All That Glitters Is Not Garbage Bók Firouz Gaini

    Nýggj bókaútgáva um m.a. ull og mentanarvirði

  2. Aksel V Johannesen Løgmaður Mette Frederiksen Forsætisráðharri Og Jens Frederik Nielsen Landsstýrisformaður Mynd Bjarni Rubeksen KVF

    Millum Washington og Keypmannahavn: Føroyar, Grønland og stórveldini

  3. Uarctic Congress 2026 (1)

    Setrið vertur fyri Føroya størstu ráðstevnu