27.03.2015
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Minningarorð um Onnu Vágsheyg Ellingsgaard

Anna Vágsheyg Ellingsgaard andaðist týsdagin 24. mars einans 48 ára gomul.


Anna tók kandidatprógv í enskum og norðurlendskum á universitetinum í Århus í 1997. Í 1999 tók hon pedagogikum á Århus Katedralskole. Hon undirvísti í enskum og donskum í studentaskúlanum á Kambsdali í fleiri ár, og hon var fakliga sterk og vælumtókt sum studentaskúlalærari. Men Anna hevði góð evni at skriva og stóran áhuga fyri journalistiskum arbeiði, og í 2008 tók hon diplomútbúgving í journalistikki á Danmarks Journalisthøjskole. Tá hevði hon longu eina tíð starvast á Sosialinum. Í 2010 tók hon við starvi í Kringvarpi Føroya.


Fyri Onnu tóktist tað ikki vera eitt antin-ella, hon vildi fegin undirvísa og vera journalistur, og hon vildi fegin brúka sína útbúgving í máli og bókmentum í journalistiskum arbeiði. Førleikar hennara sum bæði bókmentakønur akademikari og kritiskur journalistur komu týðiliga til sjóndar í fleiri góðum bókaummælum í bløðum, útvarpi og sjónvarpi. Hon dugdi at skriva ørstutt og beinrakið í bløðunum, at orða seg skjótt og raðið í sjónvarpinum og at ummæla nágreiniliga í ein tíma ella meir í mentanarsendingum í útvarpinum.
Í januar 2011 byrjaði Anna at undirvísa í lærugreinini samskifti á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Hon hevði røttu førleikarnar og var fyrimyndarliga nærløgd. Studentarnir vóru fegnir um undirvísingina, og sum starvsfelagi var hon bæði gløgg og álítandi.


Fyri tveimum árum síðani gjørdist Anna álvarsliga sjúk. Hon helt fram at undirvísa, stundum merkt av sjúkuni, men altíð áhugað í at fáa undirvísingina so góða og avbjóðandi sum gjørligt. Seinastu tíðina mátti hon fleiri ferðir melda seg sjúka, men hvørja ferð legði hon afturat: “eg gleði meg at koma aftur”. Í einari samrøðu við meg fyri nøkrum árum síðani vísti Anna á eitt brot í skaldsøguni Jeg forbanner tidens elv eftir Per Petterson: høvuðspersónurin í skaldsøguni verður spurdur, um hann er bangin fyri deyðanum, og hann hugsar, at hann ikki er bangin fyri at vera deyður, men ræðist hugsanina um evstu løtuna, tá hann fer at vita við sær sjálvum, at allir møguleikar fyri at vera tann, sum hann so fegin vildi verða, eru farnir, og at fólk einans fara at minnast hann fyri tað, hann í veruleikanum gjørdi og var. Anna vildi eina rúgvu, hevði áhugamál og ætlanir, men hon var sanniliga eisini nógv fyri okkum øll, sum komu í samband við hana.
Tað er ein missur fyri Føroyamálsdeildina, at Anna ikki er longur. Í takksemi og við virðing minnast vit Onnu Vágsheyg Ellingsgaard.

 

Bergur Djurhuus Hansen