University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Modernaðir teoretikarar sum e-bók
16.10.2013
Føroyamálsdeildin Fróðskapur

Modernaðir teoretikarar sum e-bók

Á vári 2004 skipaðu Fróðskaparfelagið og Fróðskaparsetrið fyri fyrilestrarøð við heitinum ”Modernaðir teoretikarar”. Fyrilestrarnir vóru skrivaðir til greinir, sum komu út í bók í 2005. Hon hevur verið útseld eina tíð, men fæst nú aftur sum e-bók


Allar greinirnar í bókini viðgera ástøðingar og ástøði, sum høvdu stóra ávirkan í 20. øld og enn eru eins viðkomandi. Fýra greinir, tær hjá Jonathan Schwartz, Hans Andrias Sølvará, Firouz Gaini og Turið Sigurðardóttur, greiða frá ástøði hjá einum ávísum teoretikara og seta hann í størri høpi. T.d. greinir um Max Weber, Foucault, Gellner og Said.

Hinar fýra greinirnar leggja dent á bæði kat unna um ástøði og geva dømi um, hvussu tað verður nýtt. Guðrun Gaard kunnar um dialogástøðið hjá Martin Buber og greinir síðan yrkingar eftir Regin Dahl. Malan Marnersdóttir greiðir frá ástøðinum hjá Gérhard Genette og Juliu Kristeva um, at allir tekstir eru partur av einum tekstkorpusi og greinir síðan eina yrking eftir Carl Jóhan Jensen út frá tí. Bergur Rønne Moberg umrøðir ta hermeneutisku listfrøðina hjá Ricoeur út frá spurninginum um mýtu og modernaðan tilvísingartrupulleika og lýsir hesa listfrøðina í viðgerð av stuttsøguni ”Grylen” eftir William Heinesen. Erika Anne Hayfield kunnar um ymisk ástøði viðvíkjandi brúki hjá børnum.

Turið Sigurðardóttir, lektari á Føroyamálsdeildini, hevur ritstjórnað Modernaðir teoretikarar, sum er ætlað studentum, næmingum í teimum hægru skúlunum og øðrum áhugaðum. Bókin fæst til keyps á Vitra fyri 98 kr.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast