05.05.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Møður og døtur í ævintýrunum

Meistarafyrilestur á Føroyamálsdeildini 08. mai 2014 kl. 15.


Hósdagin 08. mai heldur Katrin E.L. Jacobsen meistarafyrilestur við heitinum "Møður og døtur í ævintýrunum." Evnið í fyrilestrinum hevur støði í MA-ritgerð Katrinar "Kynjaleiklutir í gandaævintýrum - serliga við atliti at lutinum hjá gentum."

Fyrilesturin verður í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini. Hann er almennur og byrjar stundisliga kl. 15.