University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
bokahillar_1100x550.jpg

- Ein stór avbjóðing, sum eg havi hug at nevna í sambandi við móðurmálsdagin, er at geva tilflytarum nøktandi undirvísing í føroyskum, skrivar Jógvan í Lon Jacobsen

Jógvan í Lon Jacobsen
25.03.2022
Setrið Føroyamálsdeildin

Móðurmálsdagur: Nýggjar avbjóðingar

25. mars verður hildin sum móðurmálsdagur í Føroyum. Hetta er føðingardagur Hammershaimbs

Føroyskt hevur aðrar avbjóðingar í dag samanborið við tíðina, tá ið Hammershaimb gjørdi sítt slóðbrótandi arbeiði í seinna parti av 1800-árunum.

Ein avbjóðing er, at enskt breiðir seg um allan heimin sum annað málið í eini alheims tvímælisstøðu. Ein stórur partur av heiminum hevur enskt sum annaðmál undir liðini á tjóðarmálinum.

Av tí at enskt hevur støðu sum altjóða hjálparmál, hevur tað høga tign. Tað er ikki óvanligt at hoyra føroyskar ungdómar og børn tosa enskt sínámillum, og kanningar vísa, at børn í barnagarðsaldri ofta kenna betur ensk orð enn tey tilsvarandi føroysku. Hetta er ein støða, sum má takast í størsta álvara.

Tað er sjálvandi gott, at børn og ung duga enskt, men tað má ikki fáa avleiðingar fyri føroyskt. Eitt fáment mál sum føroyskt er viðbreknari enn eitt mál, sum milliónir av fólki tosa. Tí skal tað vera mín vón, at vit í dag, móðurmálsdagin, hugsa um støðuna hjá føroyskum og at vit gera alt tað, vit kunnu, fyri at menna og varðveita málið.

Ein onnur stór avbjóðing, sum eg havi hug at nevna í sambandi við móðurmálsdagin, er at geva tilflytarum nøktandi undirvísing í føroyskum.

Allir teir útlendingar, sum fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, eiga at fáa tilboð um dygdargóða undirvísing í føroyskum sum øðrummáli, tí málkunnleiki hevur stóran týdning fyri integratiónina.

Tørvurin á undirvísing í føroyskum sum øðrummáli er bara vaksin tey seinastu árini, og tí er Fróðskaparsetrið farið undir at útbúgva lærarar til hesa uppgávuna. Hetta er eitt gott og neyðugt stig, sum samfelagið kann fáa stórt gagn av. Útbúgvingin gevur teimum lesandi førleika til at undirvísa í føroyskum sum øðrummáli.

Nú sjøtul er settur á at útbúgva lærarar til annaðmálsundirvísing í føroyskum, hevur tað týdning at fáa hesa vísindagreinina kjølfesta í einum granskingarumhvørvi.

Skal Fróðskaparsetrið geva dygdargóða undirvísing í føroyskum sum øðrummáli, má hon byggja á gransking, eins og øll onnur undirvísing á Fróðskaparsetrinum ger.

Góðan móðurmálsdag

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum