02.03.2009
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Móðurmálsorðabókin

Føroysk orðabók (Móðurmálsorðabókin) verður endurskoðað


Hetta arbeiðið umfatar endurskoðan av orðabókini, t.e. rættingar av feilum og óneyvum/vantandi upplýsingum. Tað vil so vera, at tað altíð eru feilir í eini orðabók. Tað kunnu vera stavivillur, óneyvir ella skeivir bendingarupplýsingar, faktuellir feilir, skeiv ella óneyv frøðiheiti. Onkrar skilmarkingar eiga at vera endurskoðaðar. Yvirhøvur at fáa størri konsekvens í. Umframt viðmerkingar frá fólki til orðabókina, hava vit sjálv, t.e. tann gamla ritstjórnin eina bók til viðmerkingar til orðabókina. Og har er ikki so lítið í. Og so leggja vit orð afturat, sum vit detta um í gerandisdegnum. Orð sum t.d. alnet/alnót er ikki við, tí tað var ikki komið, tá ið bókin kom út. Samfelagið má endurspeglast í eini orðabók, annars er hon ikki nóg góð. Hetta er fyrsta stigið.

 

Tað næsta stigið verður so at økja orðabókina við fleiri orðum.  Til tað endamálið fara vit at hava atgongd til ein elektroniskan orðabanka við føroyskum orðum.  Men eisini her kann eg heita á fólk at lata okkum vita, um tey halda at orð vanta.

 

Vit vilja fegin frætta frá fólki, sum hava viðmerkingar/rættingar til móðurmálsorðabókina, tí tess fleiri koma við viðmerkingum og uppískoytum, tess betri verður hon.

 

Ritstjórnanin fer fram við einum ritstjórnarforriti, sum Heini Justinussen hevur ment og sum eitur RiSt.

 

Jógvan í Lon Jacobsen hevur ábyrgdina av hesum arbeiði, so um fólk hava viðmerkingar/rættingar, kunnu tey senda tær til hansara. Teldupostadressan er:

 

 jogvanlj @ setur.fo