University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
depilin-fyri-staðsetingarfrøði 2.png
07.06.2022
Setrið Náttúruvísindadeildin

Móttøka: Depilin fyri staðsetingarfrøði

Móttøka við fyrilestrum verður á Fróðskaparsetrinum í sambandi við, at Depilin fyri staðsetingarfrøði (GCFI – Geospatial Centre of the Faroe Islands) verður settur á stovn

Tiltakið verður fríggjadagin 17. juni kl. 14.30 í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju, og evnið verður landmáting í sambandi við undirsjóvartunlar.

Depilin er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Fróðskaparsetur Føroya og Landsverk.

Niðanfyri sæst skráin og ein stutt lýsing av deplinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og okkurt lætt ábit verður aftaná.

Vinaliga boða frá, um tit ætla tykkum at koma við at skriva til IrenaA@us.fo

Skrá*:

14.30    Gethin W. Roberts, leiðari fyri Deplinum fyri staðsetingarfrøði og dátuserfrøðingur á Umhvørvisstovuni: Vælkomin & kunning

14.45    Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum: Setanarrøða

15.00    Stein Fossá, landinspektørur á Umhvørvisstovuni: Uppmáting av fixpunktum við tunnilsmunnarnar

15.20    Tomasz Rylski, verkfrøðingur hjá NCC: Uppmáting í sambandi við vegagerð og byggiarbeiði í tunlum. Eisini verður komið inn á BIM-modell og dronur í hesum sambandi

16.00    Irena Áarberg, staðsetingarfrøðingur á Umhvørvisstovuni: Samanumtøka og framtíðarætlanir

16.10    Ábit

*Smærri broytingar kunnu koma fyri í skránni.


Depilin fyri staðsetingarfrøði

Staðsetingardátur verða brúktar í nógvum samanhangum. Land- og sjókortdeildin á Umhvørvisstovuni tekur sær av at gera landkort og sjókort, síðani vit yvirtóku málsøkini í 2019 og 2020. Hetta ger tað umráðandi fyri okkum at menna og savna vitan um staðsetingarfrøði í Føroyum. Nógv virksemi er á økinum um staðsetingarfrøði, t.d. menning av vegakervinum, tunnilskonstruktiónir og konstruktiónir sum heild. Í løtuni verða fakfólk ofta leigað heim higar úr útlondum til størru verkætlanirnar. Við deplinum vilja vit byggja upp vitan og dugnaskap á økinum.

Depilin fer at stuðla uppundir, at verkfrøðingar og landmátarar í Føroyum fáa ein pall at samskifta á.

Hesin pallur er týdningarmikil, av tí at staðsetingarøkið í Føroyum er sett saman av smáum eindum, ið ikki hava eitt alment fakligt forum.

Við øðrum orðum er endamálið við deplinum at hava eitt stað, har tey, ið arbeiða við staðsetingarfrøði kunnu savnast um felags áhugamál. Hetta kann vera landmáting, GNSS, GIS, kortlegging o.s.fr.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum