University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Móttøka fyri Elin Súsonnu Jacobsen søgufrøðingi
16.06.2011
Føroyamálsdeildin Søgu- og samfelagsdeildin

Móttøka fyri Elin Súsonnu Jacobsen søgufrøðingi

Fríggjadagin 17. juni kl. 15-17 skipa Fróðskaparsetur Føroya og forlagið Fróðskapur fyri almennari móttøku í sambandi við at Elin Súsanna Jacobsen søgufrøðingur fylti 70 ár 6. mai.


Móttøkan verður á Søgu- og samfelagsdeildini, J. Broncks gøtu 25.

Á móttøkuni verður heiðursrit við tilfari, sum Elin Súsanna hevur skrivað, lagt fram. Bókin er eitt savn við 16 greinum eftir Elin Súsonnu. Í ritstjórnini eru Bjørg Jacobsen, Beinta í Jákupsstovu, Malan Marnersdóttir og Annika Sølvará. Bókin er 223 síður og kostar 230 kr. Á móttøkuni kann bókin keypast fyri serprís, 200 kr. Aftaná móttøkuna fæst bókin eisini í bókahandlum kring landið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Fróðskaparsetur Føroya og Fróðskapur

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bárður Á Lakjuni Landsstýrismaður Uttan Fyri Gróthúsini 17062026

    Landsstýrismaðurin kunnað seg um Setrið

  2. Læraralesandi Á Nád 2026 SSP

    Læraralesandi á SSP-degi á Hilton

  3. Pætur Mikal Holm

    Pætur Mikal Holm framfluttur til lektara