18.12.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Móttøka á seksti ára føðingardegi Anfins

Á hátíðarligari samkomu mánadagin, 16. desember 2013, varð heiðursritið Frá Sturlungu til West Venture handað Anfinni Johansen á seksti ára degi hansara.


Á hátíðarligari samkomu í gjár, 16. desember 2013, varð heiðursritið FAnfinnur Johansen er lektari í málfrøði á Føroyamálsdeildini. Hann er best kendur sum navnafrøðingur og sum kirkjutænari í Dómkirkjuni.

Jógvan í Lon Jacobsen bjóðaði vælkomin við lítlari røðu. Síðani var Tit, sum í fjøru fóru sungin. Sunleif Rasmussen spældi. Malan Marnersdóttir dekanur og Jonhard Mikkelsen hildu eisini røðu fyri Anfinni. Kristin Magnussen handaði honum gávu frá NORNA, felagsskapinum fyri norðurlendskar navnagranskarar. Síðani sungu Sissal G. Magnussen, Eyð Berghamar Jacobsen og Birita Adela Davidsen Drívur døgg um døkka grund eftir Hans A. Djurhuus.  

Í bókini eru 25 javnlíkamettar fródligar greinar eftir føroysk og útlendsk vísindafólk. Heitið Frá Sturlungu til West Venture hóskar væl til bókina, tí at evnini, ið verða viðgjørd, eru ikki bara fjølbroytt, men fevna eisini vítt og djúpt. Sturlunga er eitt savn av íslendingasøgum um fólk og hendingar í miðøld, meðan West Venture er navnið á einum norskum oljuboripalli. Flestu greinarnar í bókini kunnu savnast undir yvirskriftini navnafrøði, men eisini eru greinar um málfrøði og bókmentir. Greinarnar eru skrivaðar á føroyskum, norskum, svenskum, íslendskum, donskum og ein á enskum. Úrtøk eru frammanundan greinunum, og aftan fyri hvørja grein, er ein samandráttur á øðrum máli, enn greinin er skrivað á.

Tey, ið hava skrivað grein í heiðursritinum eru: Hanna Absalonsen, Terhi Ainiala, Gulbrand Alhaug, Birgit Eggert, Gillian Fellows-Jensen, Asgerd Gudiksen, Guðrún Kvaran, Jákup Reinert Hansen, Zakaris Svabo Hansen, Jógvan í Lon Jacobsen, Ole-Jørgen Johannessen, Torodd Kinn, Kristoffer Kruken, Katharina Leibring, Jonna Louis-Jensen, Gudlaug Nedrelid, Hjalmar P. Petersen, Turið Sigurðardóttir, Marjun Arge Simonsen, Svante Strandberg, Agneta Sundström, Svavar Sigmundsson, Inge Særheim, Per Vikstrand og Eivind Weyhe.

Stuðlað útgávuni hava Fjølrit, Mentanargrunnur Landsins, Fróðskaparsetur Føroya og Bank Nordik. 

Bókin er 291 síður við myndum. Permumyndina hevur Finnur Justinussen tikið.

 

Røður:










AJ60-JLJ.pdf
AJ60-MM.pdf
AJ60-KM.pdf