14.11.2022
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Móttøka: Náttúruvísindadeildin 50 ár

Í ár er hálv øld liðin, síðani Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum varð sett á stovn sum tann næsta eftir Føroyamálsdeildina. Hetta verður hátíðarhildið fríggjadagin 18. november

Nú Náttúruvísindadeildin hevur rundan føðingardag, verður skipað fyri almennum fyrilestrum og móttøku seinnapartin 18. november í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn.

Frá klokkan 14:30 - 16:30 verða fyrilestrar og framløgur um gransking á Náttúruvísindadeildini, og síðani verður hugnastund fram til klokkan 18.

Øll eru hjartaliga vælkomin í føðingardag.

Í byrjanini var støðisútbúgvingin

Lagt var fyri í 1972 við eini tvey ára tvørfakligari náttúruvísindaligari støðisútbúgving. Deildin æt tá tað sama, nevniliga Støðisútbúgvingin.

Avtalur vórðu gjørdar við nøkur donsk universitet um, at støðisútbúgvingin í Føroyum gav atgongd til kandidatlestur hjá teimum við fullari góðskriving fyri lesturin á Fróðskaparsetrinum. Tey flestu lesandi hildu fram til cand.scient.-útbúgvingar á Odense Universiteti (nú Syddansk Universitet) við tvey ára góðskriving, meðan nøkur lósu víðari til civilverkfrøðing á Aalborg Universiteti við eitt sindur minni av góðskriving, tí munur var á undirvísingini á Aalborg Universiteti og á Støðisútbúgvingini.

Støðisútbúgvingin var tann fyrsta útbúgvingin í náttúruvísindum á universitetsstigi í Føroyum.

Læknavísindi
Í tíðarskeiðunum 1974-76 og 1976-78 varð eisini ein læknafrøðilig lestrarlinja á Fróðskaparsetrinum, har lesandi eftir lokna støðisútbúgving kundu halda fram á Odense Universiteti við fullari góðskriving til læknaútbúgvingina har. Undirvísarar til læknafrøðiligu greinarnar vóru læknar í føroyska heilsuverkinum.

Bachelorútbúgvingar
Samgongan, sum varð skipað um í 1984/85 skrivaði í sítt samgonguskjal, at Fróðskaparsetrið skuldi mennast og víðkast. Tann 28. mars 1985 varð so ein landsstýrisnevnd sett at gera uppskot um hetta, og í mars 1986 kom álit frá nevndini.

Í álitinum vóru uppskot um 3 og 3 ½ ára bachelorútbúgvingar, ið kundu samskipast við støðisútbúgvingarnar, sum tá í nøkur ár høvdu verið skipaðar í lestrarlinjum so sum t.d. eini stødd-/alisfrøðiligari og eini lív-/evnafrøðiligari lestrarlinju.

Tikið varð beinanvegin undir við hesum, og lesandi, sum vóru byrjað á støðisútbúgving í 1986, fingu møguleika at taka eina bachelorútbúgving.

Fyrstu bachelorprógvini vórðu handað á Náttúruvísindadeildini í 1989, og vóru tey í teldufrøði og jarðalisfrøði. Hetta vóru samstundis fyrstu bachelorprógvini í danska kongaríkinum. Í Danmark kom skipan við bachelorútbúgvingum væl seinni. Seinni hava til ymiskar tíðir verið bjóðaðar aðrar bachelorútbúgvingar á Náttúruvísindadeildini. Kunning um núverandi útbúgvingartilboð er á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum.

Náttúruvísindadeildin og internetið í Føroyum
Náttúruvísindadeildin hevði ein týðandi leiklut, tá roynt varð at fáa internetsamband í Føroyum í 1994-95.

Oddamaðurin var Petur Zachariassen, sum fyrst í 1970-unum eisini var ein teirra, ið var við til at leggja lunnar undir Náttúruvísindadeildina.

Í 1994 hevði Náttúruvísindadeildin við honum á odda ein virknan leiklut í at útvega føroyingum internetsamband. Talan var um eitt samstarv millum skúlar og aðrar mentanarstovnar um ein servara, ið bleiv kallaður Sleipnir. Og tað var ein stór hending, tá internetsambandið varð latið upp í januar 1995, hóast Sleipnir-servarin bert kundi flyta dátur við 64kb/s.

Áhugin fyri at brúka internetsamband vaks sjálvandi skjótt, og tørvurin á skjótari ferð í dátuflutningi vaks samsvarandi, so tað gekk ikki so leingi, til Sleipnir bleiv ov seinur.

Náttúruvísindadeildin í dag
Náttúruvísindadeildin í dag hevur eitt fjølbroytt fakligt umhvørvi. Starvsfólkini eru bæði úr Føroyum og útlondum, og størsta talið av nationalitetum í starvsliðinum hevur higartil verið sjey samstundis.

Útbúgvingartilboðini fevna um fleiri greinar í lívfrøði og verkfrøði. Meir um tað sæst á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum.

Fjølbroytt gransking fer eisini fram á Náttúruvísindadeildini. Hon verður miðlað í altjóða vísindaligum tíðarritum. Hendan partin fara vísindafólk á deildini at varpa ljós á við fyrilestrum og uppsløgum tann 18. november í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn.

Sum nevnt vera framløgurnar frá klokkan 14:30-16:30, og almenn móttøka verður frá klokkan 16:30-18:00.

Øll eru hjartaliga vælkomin í føðingardag hjá Náttúruvísindadeildini!