University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Sissal lit.jpg

Sissal M. Rasmussen, ph.d., adjunktur á Føroyamálsdeildini, var ein av undirvísarunum á útbúgvingini í føroyskum sum annaðmál

Skúlablaðið
28.08.2024
Setrið Føroyamálsdeildin

Mugu halda fram at útbúgva í føroyskum sum annaðmál

At 20 lærarar hava fingið prógv í føroyskum sum annaðmál, er bara ein lítil dropi í havinum, sigur Sissal M. Rasmussen, sum var ein av undirvísarunum á útbúgvingini á Føroyamálsdeildini, í samrøðu við Skúlablaðið 

- Vit eru í eini støðu, har talið á børnum, sum hava føroyskt sum annaðmál, veksur við nógvari ferð. Tað er ikki nóg gott at sættast við, at vit hava fingið 20 lærarar í føroyskum sum annaðmál og so einki meiri gera, tí 20 lærarar nøkta á ongan hátt tørvin, sum er á øllum stigum kring alt landið. 

Tað sigur Sissal M. Rasmussen, ph.d. og adjunktur á Føroyamálsdeildini, ið er var av undirvísarunum á útbúgvingini í føroyskum sum annaðmál.

Sama um tú nýliga ert komin til Føroya sum tilflytari, ella um tú ert vaksin upp í Føroyum sum tilflytari, so hevur tú rætt til nøktandi undirvísing í føroyskum á jøvnum føti við øll onnur.

Fólkaskúlalógin ger ikki mun á næmingum og uppruna, og bæði kunngerðin, sum viðvíkur undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og námsætlanin í føroyskum sum annaðmál leggja upp fyri hesum. Í februar í ár fingu 20 lærarar prógv sum undirvísarar í føroyskum sum annaðmál; 11 teirra arbeiða í fólkaskúlanum og 9 í miðnámsskúlanum.

- Sama uppruna, umstøður og annað, so eiga øll børn í Føroyum at fáa somu møguleikar og sama tilboð. Eitt skúlalív er 9-10 ár. Einki barn kann bíða eftir at fáa eitt gott tilboð, og tí eiga vit áhaldandi at útbúgva lærarar í føroyskum sum annaðmál, sigur Sissal M. Rasmussen.

Uppgávan og ábyrgdin at læra næmingar føroyskt liggur ikki bara hjá lærarunum í føroyskum sum annaðmál; tað er uppgávan hjá øllum lærarum í øllum lærugreinum. Ikki minst av teirri orsøk hevur tað týdning, at allir undirvísarar fáa ástøðiliga vitan um undirvísing í føroyskum sum annaðmál, heldur Sissal M. Rasmussen.

- Tað er so sera umráðandi, at allir lærarar vita, at sama hvør lærugreinin er, so undirvísa teir eisini í máli, nevniliga í fakmáli, ið er neyðugt hjá annaðmálsnæmingunum at læra, um teir skulu megna at fylgja undirvísingini.

Námsætlanin sigur í endamálsorðingini fyri undirvísingina í føroyskt sum annaðmál, at næmingarnir við støði í egnum málsligum førningi skulu ogna sær grundleggjandi førleikar at samskifta á føroyskum. Tað er at skilja, tosa, lesa og skriva føroyskt.

Samstundis sigur kunngerðin um føroyskt sum annaðmál, at næmingar kunnu fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál í trý ár. At markið er sett til trý ár er í andsøgn við gransking, sum sigur, at tað tekur fleirmæltum tilflytarabørnum tvey-trý ár at megna tað, sum er neyðugt fyri at kunna samskifta á gerandismáli, og fimm-sjey ár at megna skúlamálið, ið ger tað møguligt at skilja og kjakast í flokshølinum.

- Øll orðini, sum koma fyri í skúlabókum, uppgávum og undirvísingarstøðum, taka tíð at læra. Hesi orðini, sum eru skúlamál ella akademiskt mál, eru øðrvísi enn orð, sum koma fyri í gerandispráti; tey koma ymiskt fyri, og tey taka longri tíð at læra. Men tey eru fortreytin fyri at kunna fylgja við í undirvísingini, at skilja læraran, tá ið hann tosar í fakligum samanhangi og vera við í kjaki í flokshølinum, sigur Sissal M. Rasmussen.

Øll samrøðan kann lesast í Skúlablaði nr 3, 2024.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving