University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
12Sep25 84A5125

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, helt røðu fyri Setrinum og fyri báðum heiðursdoktarunum, Her heilsar hon Ulrike Steuerwald, granskara, sum hon fyri eini 30 árum síðani gjørdi sendingar um (Foto: Ólavur Frederiksen)

Brynhild Thomsen
15.09.2025
Setrið

Myndafrásøgn: 60-ára hátíðarhald og heiðursdoktarar á Setrinum

Fríggjadagin 12. september 2025 var stórt hátíðarhald á Fróðskaparsetri Føroya, sum í ár er 60 ára gamalt. Og eisini vórðu tveir heiðursdoktarar útnevndir. Myndirnar tók Ólavur Frederiksen

Merkini vóru drigin á stong uttan fyri Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju, tá stórt alment hátíðarhald var í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya í sambandi við 60-ára stovningardagin hjá føroyska universitetinum.

Á skránni vóru røður, útnevningar av heiðursdoktarum, klassiskur tónleikur og framløgur.

Martin Tvede Zachariasen, rektari, beyð gestunum vælkomnum m.a. við hesum orðum:

- Góðu gestir, góðu starvsfólk, góðu lesandi, góðu vinir

- Vælkomin til 60-ára hátíðarhald á Fróðskaparsetri Føroya. Til tykkara, ið hava lisið her: Vælkomin heim til tykkara alma mater – tykkara ”lívgandi móðir”.

- Tann 20. mai 1965 varð fyrsta lógin fyri Fróðskaparsetur Føroya lýst, og tað er henda dagin, vit hátíðarhalda í dag. 

- Tað verður ofta sagt, at vísindalig heiti ella uppdagingar verða uppkallaðar eftir skeivum vísindafólki. Var tað veruliga Euklid, sum átti úrslitini í Elementunum, meira enn 2000-ára gomlu bókarøðini, sum legði grunnar undir formellu støddfrøðina? Og er tað rætt at geva Watson og Crick alla æruna fyri at hava uppdagað kenda DNA dupult-helix-strukturin? Hetta kunnu søgufrøðingar og onnur við áhuga kjakast um leingi, og alt gott um tað.  

- Soleiðis kann eisini vera við árstølum. Gamli Læraraskúlin, sum í dag er partur av Fróðskaparsetrinum, varð stovnaður longu í 1870. Gamli Sjúkrarøktar­frøðiskúlin, sum eisini er partur av Fróðskaparsetrinum í dag, varð stovnaður í 1960. Og á pappírinum fekk Fróðskaparsetrið ikki universitetsheiti fyrr enn í 1987, tá latínska heitið varð broytt frá Academia Færoensis til Universitatis Færoensis – og farið var undir at bjóða út fullar universitetsútbúgvingar.

- Men 1965 er kortini rætta árstalið, tá tað snýr seg um stovnanina av okkara universiteti,  Fróðskaparsetri Føroya.

- Í fyrsta lagi fekk Fróðskapasetrið sambært lógini til uppgávu at inna ”vísindaligt rannsóknarstarv og hægri undirvísing. Skylda læraranna er at fremja bæði.” Hetta er tað, sum vit í dag nevna granskingargrundað útbúgving, og tað, sum eyðkennir eitthvørt altjóða universitet.

- Í øðrum lagi var fyrsta vísindastarvsfólkið á Fróðskaparsetrinum Christian Matras, sum longu var viðurkendur undirvísari og granskari við Københavns Universitet. Christian Matras fekk sett sjøtul á gransking í føroyskum máli og mentan í Føroyum – í tí dyrabæra føroyska mentanararvinum og tjóðarsamleikanum. 

- Í triðja lagi fekk stovnurin í 1965 navnið Fróðskaparsetur Føroya – føroyski vitanarstaðurin ella vitanarheimið. Tað er eitt langt og kanska torført navn, men tað kann tað, sum eitt gott ”brand” kann: Tað skilir seg út, og stovnurin er tað, sum navnið sigur: Eitt vitanarheim.  

- Nú 60 ár seinni er Fróðskaparsetrið framvegis í stórari menning. Vit eru serliga fegin um, at politiska skipanin hevur valt at raðfesta íløgur í eitt kampus til Fróðskaparsetrið, soleiðis at vit fáa eitt heim heldur enn 10 ymisk heim, sum eru spjødd um alla Havnina. Kampus fer at broyta upplivingina av at vera lesandi á Fróðskaparsetrinum fullkomiliga. Nú fáa lesandi frá øllum fakultetum høvi til at búleikast í sama bygningi – við felags undirvísingarhølum, felags kantinu og kaffistovu, felags lesisali og felags fyrisitingarligum stuðuli og hjálp. Vit vera eisini før fyri at skipa fyri nógv fleiri fakligum og sosialum tiltøkum tvørtur um útbúgvingar.

- Á Fróðskaparsetrinum arbeiða vit eisini miðvíst fyri at gerast partur av bolognatilgongdini og vænta at koma á mál um eini tvey ár. Við henni verða útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum góðkendar – uttan nærri spurningar – á øllum evropeiskum universitetum. Umfamt hetta er Erasmus+ á veg til Føroya, og henda skipanin fer at geva heilt nýggjar møguleikar fyri skiftislestri – bæði fyri lesandi á Fróðskaparsetrinum og fyri lesandi uttanlands, sum hava hugt til at lesa í Føroyum í styttri ella longri tíð.

- Størsta avbjóðingin fyri føroyska samfelagið er, at ein stórur partur av føroyska ungdóminum framvegis søkir sær útbúgving uttanlands – serliga í Danmark. Og vit vita, at bert helvtin kemur aftur til Føroya. Vit ynskja øllum teimum, sum fara av landinum í lestrarørindum, at vera vælkomin heimaftur, men veruleikin er tann, at tey velja sær eitt nýtt heim uttan fyri landoddarnar. Hetta merkir til dømis, at bert helvtin teimum føroyingum, sum hava nomið sær útbúgving sum verkfrøðingar ella læknar, starvast í Føroyum í dag. Hugsa líka um tað, og um missin fyri føroyska samfelagið.

- Sostatt eru politiskar avgerðir um at raðfesta íløgur í Fróðskaparsetur Føroya og vitanartungt virksemi ikki bara mentanarliga og samfelagsliga rættar. Íløgurnar eru eisini búskaparliga skynsamar. Hetta er ein skilagóður máti at tryggja haldførið í føroyska vælferðarsamfelagnum og samstundis skapa grundarlag undir vinnumenning, so vit framvegis hava fíggjarligt rásarúm til aðrar stórar samfelagsligar íløgur.

- Eg fari til endan at takka øllum starvsfólkum á Fróðskaparsetrinum – núverandi sum fyrrverandi – fyri at hava skapt tann stovnin, sum vit hátíðarhalda í dag. Og eg fari eisini at takka øllum tykkum, ið valdu at lesa í Føroyum – á okkara egna universiteti. Vit eiga øll at vera errin um at eiga ein stovn sum Fróðskaparsetur Føroya, okkara vitanarheim.

Tillukku øll somul!

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, legði í røðu síni dent á, hvussu stóran týdning eitt vælvirkandi Fróðskaparsetur og eitt gott lestrarumhvørvi hevur fyri høvuðsstaðin. Borgarstjórin segði soleiðis:

- Góðu starvsfólk, góðu lesandi og góðu gestir

- 1960’ini vóru ein stór broytingartíð, bæði í Føroyum og úti í heimi. Fólkatalið í Føroyum vaks nógv hesi árini, ikki minst í Havn og her um leiðir, og samstundis komu rák uttan úr heimi hendan vegin og ávirkaði serliga tað yngra ættarliðið.

- Tey, sum upplivdu 60’ini, siga altíð, at tað var ein heilt serlig tíð at liva í. Ella sum Martin Joensen syngur: “Tak tú bara alt, men goym mær 60’ini.”

- Hetta var tíðin við Aretha Franklin og The Beatles og Elvis, sum uttan iva eisini góvu íblástur til okkara egnu Faroe Boys – tit ungu, sum ikki kenna Faroe Boys: Teir eru á google og á Spotify, og tit hava garanterað hoyrt teir fyrr.

- Og hetta var tíðin, tá landið bleiv bundið saman við vegum, so fjarstøðan millum bygdirnar og býin bleiv minni.

- Og sjálvt um tað úti í heimi eisini var ein politiskt ótrygg og ófriðarlig tíð við Vietnam-krígnum, Kuba-kreppuni og morðinum á Kennedy og seinni Martin Luther King, so var hetta eisini ein tíð merkt av stórum bjartskygni og av størri persónligum frælsi á mongum økjum, ikki minst hjá kvinnunum.

- Mitt í øllum hesum tóku limir í Føroya Fróðskaparfelag stig til at stovna “Academia Færoensis” – Fróðskaparsetur Føroya. Fróðskaparfelagið hevði tá arbeitt miðvíst fyri at fáa eitt vísindaligt umhvørvi í Føroyum, og tað var við støði í einum uppskoti frá Fróðskaparfelagnum, at Løgtingið í 1965 samtykti at seta Fróðskaparsetur Føroya á stovn.

- Fróðskaparsetrið tá kann illa samanberast við Setrið, sum tað er í dag. Fyrstu tíðina var bert ein professari, Christian Matras, og ein skrivari, Maud Heinesen, á Fróðskaparsetrinum.

- Í dag hevur Setrið eina Føroyamálsdeild, eina Námsvísindadeild, eina Søgu- og Samfelagsdeild, eina Náttúruvísindadeild og eina deild fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi.

- Fyrr í ár fingu 170 lesandi universitetsprógv frá Fróðskaparsetrinum, og í farna mánaði byrjaðu 262 nýggj lesandi á Setrinum.

- Jú, menningin hevur verið øgilig hesi 60 árini – júst sum hon hevur verið fyri Havnar bý.

- Sum universitetsbýur fegnast vit í kommununi um týðandi leiklutin, sum Fróðskaparsetrið hevur sum vitanardepil og trivnaðardepil í Havn.

- Ein vitanardepil á altjóða stigi, sum dregur fólk til býin, bæði úr Føroyum og úr øðrum londum. Setrið hevur altjóða samstarv við fleiri onnur universitet og felagsskapir, sum geva okkum nýggjan íblástur, samstundis sum onnur læra meira um okkum og av okkum.

- Og ein trivnaðardepil, sum Setrið sjálvt saman við millum annað Ráð teirra lesandi gongur á odda fyri við tiltøkum av ymsum slag og við at skapa eitt lestrarumhvørvi í býnum.

- Tað hevur so øgiliga nógv at siga fyri ein bý at hava eitt universitet.

- Búskaparliga, tí tað skapar arbeiðspláss og stimbrar vinnulívið, tí matstovur, kaffistovur og handlar fáa eitt størri grundarlag. Mentanarliga, tí tað skipar fyri tiltøkum so sum framsýningum, framløgum og kjakfundum, sum eru atkomilig ikki bara hjá teimum, sum lesa, men hjá øllum. Sosialt, tí tað fær ung fólk at verða verandi her, samstundis sum fólk við ymsum bakgrundum og enntá úr ymsum londum koma saman og geva býnum størri fjølbroytni og ymisleika, og nýggj sambond verða knýtt millum fólk.

- Og sjálvandi útbúgvingarliga, tí tað at hava eitt universitet í nærumhvørvinum eggjar fleiri til at fáa sær eina útbúgving.

- Og sjálv haldi eg, at Havnin sum universitetsbýur hevur nógv at bjóða. Vit hava mentan, ítrótt, grøn øki, kafeir og náttarlív. Tí eitt gott lestrarlív er ikki bara spurdómar, háttaløg, ástøðir og greiningar. Tað er eisini frælsi og møguleikin til at fara út og møta nýggjum fólkum, skapa nýggj vinabond og at víðka um sín egna sjónarring – ikki bara akademiskt, men eisini menniskjansliga.

- Men Fróðskaparsetrið hevur sjálvandi ikki bara týdning fyri Havnina, men fyri alla kommununa og alt landið.

- Tí hvar er betri at granska í føroyskum viðurskiftum enn í Føroyum? Og hvar aðrastaðni í verðini hava vit yvirhøvur møguleikan fyri at granska í føroyskum viðurskiftum?

- Tað verður so ofta sagt, at vitan er vald. Um vit skulu hava nakað vald yvirhøvur, mugu vit fyrst og fremst hava vitan um okkum sjálvi – og hana fáa vit ongastaðni so góða sum á okkara egna hægsta lærustovni, sum er Fróðskaparsetrið.

- Samstundis gevur tað okkum eisini møguleikar at fáa onnur klók høvd henda vegin at undirvísa og at granska. Her kunnu vit eisini brúka okkara landafrøðiligu fyrimunir, til dømis við gransking í Arktis ella í aling ella fiskivinnu, sum vit duga líka væl og kanska betur enn tey flestu og tí kunnu læra frá okkum.

- Tað var ein stór broyting mitt í eini broytingartíð, tá Fróðskaparsetrið kom í 60’unum. Og nú 60 ár seinni stendur Setrið aftur í eini broytingartíð.

- Tí vit vita, at sjálvt um nógv er gott við Setrinum, er eisini okkurt, sum kann blíva betri.

- Deildirnar á Setrinum eru spjaddar ymsastaðni í býnum, og vit hava alt ov fáar lestraríbúðir. Men vit vita eisini, at eitt føroyskt kampus fer at bøta nógv um tað og fer at skapa eitt umhvørvi, sum veruliga kann savna okkum saman um nýggja vitan, nýggjar avbjóðingar og nýggj úrslit.

- Og sum borgarstjóri eri eg sera fegin um, at Tórshavnar kommuna og ein bólkur, sum Setrið hevur sett, eru farin at kanna møguleikarnar fyri at byggja hundraðtals nýggjar lestraríbúðir, samstundis sum Landið eisini er sinnað at gera Eirargarð um til lestraríbúðir.

- Vit vita, at tørvurin er har, og at hann fer at verða loystur so ella so.

- Og eg ivist onga løtu í, at Fróðskaparsetrið hevur eina bjarta og ljósa framtíð við góðum umstøðum til undirvísarar eins væl og lesandi.

- Hjartaliga til lukku við føðingardegnum við bestu ynskjum fyri framtíðina.

-Takk fyri.

Sera góður klassiskur tónleikur varð spældur av Heiðrun Petersen á violin og Jóhannesi Andreasen á flygli. Tey høvdu valt trý klassisk stykki: Médidation de Thaïs eftir Jules Massenet, Czardas eftir Vittorio Monti og Tango Jalousie eftir Jacob Gade. Eisini hevði Jóhannes Andreasen klaverfylgispæl, tá hátíðarhaldið endaði við, at fólk sungu tjóðsangin

Marin Strøm, lektari í heilsuvísindum á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarfrøði, las síðani grundgevingina fyri at útnevna Ulrike Steuerwald til heiðursdoktara á Fróðskaparsetri Føroya. 

-  Ulrike Steuerwald fekk læknaprógv í Freiburg í 1982 og ph.d-heiti frá sama universiteti í 1984. Hon gjørdist serlækni í barnasjúkum í 1992 og master í almannaheilsu í 2000. 

- Stutt eftir, at hon í 1993 á fyrsta sinni kom til Føroya, varð hon sett í starv sum barnalækni á Landssjúkrahúsinum, og frá 2000 til í dag hevur hon verið parttíðar seniorgranskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum nú er Heilsugranskingareindin í Sjúkhúsverkinum. Samstundis hevur hon havt parttíðarstarv sum serkøn í viðføddum stoffskiftissjúkum í Hannover.

- Hon hevur í sínum granskingarvirksemi kannað túsundtals føroysk børn, og ein megintáttur hennara hevur verið at greina menningarstigið av miðnervalagnum hjá teimum so neyvt, at tað kann brúkast til vísindaligar niðurstøður. Hetta hevur hon gjørt við merkisverdum nærlagni og toli. Ulrike hevur verið sera væl lýdd, og foreldur eru komin til kanningar við børnum sínum mangan bara við tí fyri eyga, at fáa júst hana at kanna tey. Ómetaliga orku og tíð hevur hon brúkt til at ráðgeva familjum við torskildum og ofta viðføddum sjúkum. Nakrar arvaligar sjúkur eru rárar úti í heimi, men vanligar hjá okkum, og fleiri slíkar hevur Ulrike lagt undir sín lupp við ovurhonds stórum virkisfýsni.

- Somuleiðis hevur hon lagt dent á almenna upplýsing og hevur skipað fyri fundum og serligum ráðstevnum, har altjóða úrmælingar eisini hava luttikið. Alt hetta eyka arbeiðið hevur hon í áravís gjørt sjálvboðin og uttan samsýning. Ulrike er framvegis virkin og stendur nú á odda fyri granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at finna hættir til skjóta sjúkustaðfesting og viðgerð av styttari fastutoleransu (idiopatiskari hyperketosu), sum vaksandi tal av føroyingum, fyri tað mesta børn, fáa.

- Við hesum vilja vit á føroyska universitetinum tilnevna fjølgávaðu Ulrike Steuerwald, sum hevur víst Føroyum so stóran tokka og trúfesti, heiðursdoktara við Fróðskaparsetur Føroya.

Og so fekk Ulrike Steuerwald skreytblað í rammu og blómur, nú hon er blivin heiðursdoktari á Setrinum

Síðani helt Ulrike Steuerwald ein sera hugtakandi fyrilestur um gransking sína, sum hevur bjargað so mongum børnum og hjálpt foreldrum. Sjálv legði hon tó dent á, at slíkt arbeiði verður ikki gjørt av nøkrum einstaklingi, men krevur gott samstarv við mong onnur og stórt toymisavrik. Um kvøldið var Ulrike gestur í Degi og viku, har hon eisini greiddi frá sínum arbeiði. M.a. er hon nú verkætlanarleiðari í nýggjari granskingarverkætlan, sum Granskingarráðið hevur játtað pening til, um idiopatiska hyperketosu, sum vaksandi tal av føroyingum, fyri tað mesta børn, fáa. Kringvarpið hevði eisini eitt sjónvarpsinnslag úr Kongshøll, har tey tosaðu við hin heiðursdoktaran, Guðna Thorlacius Jóhannesson, um týdningin av, at litil samfeløg hava universitet, umframt at viðmerkingar vóru frá Ólavi Ellefsen, stýrisformanni fyri Fróðskaparsetur Føroya, og Martin Tvede Zachariasen, rektara. 

Sí innslagið frá hátíðarhaldinum og samrøðuna við Steuerwald í Degi og viku her

Andras Mortensen, lektari í søgu á Søgu- og samfelagsdeildini, las grundgevingina fyri, at Fróðskaparsetur Føroya hevur útnevnt Guðna Thorlacius Jóhannesson til heiðursdoktara.

- Guðni Thorlacius Jóhannesson fekk ph.d.-heiti  í søgu frá Queen Mary University of London í 2003, og doktararitgerð hansara var um torskakríggini í tíðarskeiðinum frá 1948 til 1964.

- Hann var tímalærari í søgu við Háskóla Íslands 1996-1998 og 2004-2007, post. doc. við Háskóla Íslands 1996-1998 og 2004-2007, og lektari við Háskólan í Reykjavík 2007-2010. Frá 2010 - 2012 var hann granskingarlimur við Reykjavíkur Akadmían og sjálvstøðugur søgufrøðingur. Í 2013 gjørdist hann lektari við sagnfræði- og heimspekideild Háskóla Íslands.

- Í tíðarskeiðinum 2016 til 2024 var hann forseti Íslands. Tá ið hann fór úr forsetaembætinum, tók hann við professarastarvi á Háskóla Íslands, sum hann varð tilnevndur til í 2016. Í 2025 fekk tann heiður at verða tilnevndur Jón Sigurðssons professari.

- Á starvsleið síni hevur hann hann sæð virði í útnorðursamstarvi og hevur saman við millum øðrum føroyskum søgufrøðingum verið við til at skriva felags søguna hjá londunum í útnorðri. Hann hevur givið út fleiri bøkur og greinir, bæði á íslendskum og enskum, um evni sum íslendsku toskakríggini, kalda kríggið, íslendsku fíggjarkreppuna og altjóða politikk.

- Hann hevur harumframt verið ein týðandi luttakari á altjóða ráðstevnum og fingið fleiri virðislønir og granskingarstuðul frá virðiligum stovnum. Guðni er eisini ein dugnaligur miðlari, ið dugir at leggja fram truplar spurningar á greiðan og viðkomandi hátt.

- Við hesum vilja vit á føroyska universitetinum tilnevna Guðna Thorlacius Jóhannesson heiðursdoktara við Fróðskaparsetur Føroya.

Eftir formligu handanina av heiðursdoktoratinum helt Guðni eina fína og kveikjandi røðu um leiklutin hjá universitetum og akademikarum í lítla samfelagnum. Tað er ein serlig ábyrgd, sum universitet hava í smásamfelagnum, sum er at varðveita og menna mál og mentan, segði hann, men samstundis mugu vit ansa eftir ikki at gerast heimføðislig. Sjónarringurin má vera víður og globalur samstundis, segði hann m.a. og greiddi eisini frá sínum serliga sambandi við Føroyar heilt frá dreingjaárunum.

Bjørt Samuelsen, tingforkvinna, bar eisini fram eina heilsan til Fróðskaparsetur Føroya vegna Løgtingið, og granskararnir úr ávikavist Týsklandi og Íslandi fingu somuleiðis eina serliga heilsan frá henni. Bjørt Samuelsen segði soleiðis:

- Kæra Fróðskaparsetur okkara. Vitanarheimur okkara!

- Vegna Løgtingið heilsi eg tykkum so hjartliga til lukku við 60 ára degnum. Somuleiðis til lukku til tykkum bæði – Ulrike Steuerwald og Guðni Thorlacius Jóhannesson.

- Tað vóru vitborin hugsjónarfólk, sum settu Fróðskaparsetur Føroya á stovn. Tað hava verið eldsálir, sum bóru Setrið víðari á leið, og sum gera tað í dag, so Setur okkara virkar á høgum støði og í framtíðini kann teljast millum altjóða universitet. Tøkk fái tit øll fyri tað.

- Fróðskaparsetrið við lestrarbúsetri (kampus), við fjølbroyttum útbúgvingum og við góðum umstøðum er ein hin mest týðandi luturin at venda gongdini við vantandi tilflyting. Eitt ættarlið, sum lutvíst er burtur, er allar størsta avbjóðing, hetta landið hevur. Vit kenna øll ta skeiklaðu pyramiduna, sum er íkomin av, at fimti hvør í ungu ættarliðunum, sum flyta burtur, ongantíð kemur aftur. Og vit kenna stóra undirskotið av serliga kvinnum.

- Vit mangla í stóran mun tey ungu sjálvstøðugu, tey, sum hava dirvi og yvirskot til at seta spurningar og vera ein kritisk rødd. Tey, sum kunnu bjóða normum og fastgrónum siðvenjum av og sum skulu tryggja okkum fólkavøkstur. Uttan tey flyta vit okkum nógv spakuligari, enn vit kundu og áttu at gjørt.
- Vit mugu og vit skulu raðfesta útbúgvingar høgt, og her liggur stór ábyrgd á herðunum hjá okkum politikarum. Men, tað snýr seg als ikki einans um hægri játtanir. Vit eiga øll eina ábyrgd at tosa tað at lesa í Føroyum upp. At tosa tað at útbúgva seg upp. Her eru nógvir fyrimunir við at lesa, ella taka partar at hægri lestri í Føroyum, og vit vita, at júst tað gevur búfesti.

- Búfesti, hetta vakra orðið, ið rímar við trúfesti – tað at hava vilja og hava hug til at velja at búgva í Føroyum.

- Umframt at útbúgva okkara ungdóm og tilkomna fólk og at hýsa útlendskum lesandi, so er Setrið eisini kjarnin í teirri gransking, sum fer fram her heima. Og hvør, um ikki vit, skal granska í føroyskum viðurskiftum? Granska í havumhvørvi, veðurlagi, smásamfeløgum í altjóða høpi, serføroyskum sjúkum og brekum, kynsójavna, námsfrøði, søgu, máli o.s.fr.?

- Gransking skapar vitan. Vitan víðkar sjónarringin. Vaksandi vitan er ein fyritreyt fyri at bøta um fólkaheilsuna, at bjarga lívi, at loysa torførar tøkniligar uppgávur, at nýmenna vinnulív, at skapa nýggjar vinnuvegir, at effektiviser, og at varðveita – ja, listin er nærum óendaligur.

- Betri vitan fer ikki heilt at bjarga okkum undan at gera mistøk, ikki minst okkum politikarum, men vitan ger okkum betur før fyri at taka rættar avgerðir, í øllum føri á upplýstum grundarlagi. Álítandi vitan hevur neyvan nakrantíð havt størri týdning enn í álvarsomu støðuni, heimurin í dag er í.

- Hvar spretta og spíra so nýggjar hugsanir og nýmennandi verkætlanir? Tað gera tær í stóran mun í umhvørvum, har forvitni, vitanarhugur, arbeiðssemi, vinnulív og skapandi list fáa møguleikan at renna saman. Har royndir og forvitni hittast. Har fordómsforhang, ið forða okkara útsýni, verða burturbeind og tollynt víðskygni sleppur at ráða. Eitt kampus er eitt slíkt umhvørvi. Eitt øki, har vit kunnu savna undirvísing, gransking, starvsstovur, skrivstovur, bókasøvn, næmingabústaðir og tað, sum annars krevst.

- Tí er tað millum heimsins størstu misskiljingar at halda, at raðfesting av universiteti og útbúgvingum bert er fyri tey, sum hava hug og evni at lesa hægri lestur. Hetta er ein íløga fyri samfelagið sum heild og skapar okkum eina betri framtíð. Ein hin týdningarmesta íløgan yvirhøvur.

- Gongd er komin á at skapa hetta umhvørvið. Heima hjá okkum á Debesartrøð liggur ein stór mappa við tekningum av nýggja Setrinum, sum verður bygt beint framman fyri húsum okkara. Sum nærmastu grannar fara vit at missa fittan part av víða fagra útsýni okkara yvir Nólsoyarfjørð og oynna. Men afturfyri fáa vit eitt Setur, sum lyftir víðskygnið og útsýnið hjá øllum føroyingum og hjá landi okkara. Tann prísurin er væl verdur at gjalda.

- Setrið dregur eisini til sín dýrmett tilfeingi gjøgnum samstarv við hægri lærustovnar og granskingarumhvørvi úti í heimi. Í dag eru tveir slíkir kapasitetir, tvey góð og klók fólk, tilnevnd heiðursdoktarar.

- Góði Guðni,
Til hamingju. Hjartliga til lukku!

- Sum løgtingsforkvinna er tað mær ein heiður at heilsa tær, fyrrverandi forseta Íslands, hjartaliga til lukku við at gerast heiðursdoktari á Fróðskaparsetri Føroya.

- Eg minnist, tá tú sum forseti Íslands, saman við frú Elizu Reid, vitjaði Føroyar í mai 2017. Tú sýndi landi okkara heiður og vísti, hvussu høgt tú raðfesti vinaband landanna millum. Vit vóru øll hugtikin av flotta og fyrikomandi forsetaparinum, og virðingin vaks, tá tú í Løgtinginum flutti fram eina væltalaða røðu – á føroyskum!

- Tú hevur vitjað fleiri ferðir og hildið fyrilestrar her á Setrinum, og meg minnist eina, sum tú helt her í Kongshøll – tú vart enn forseti – um søguna, tá Ísland í 1918 valdi at gerast eitt sjálvstøðugt land. Ein so sera hugtakandi søga um eitt stolt fólk, sum hóast at eldgos herjaði og tíðirnar fíggjarliga vóru harðar, valdi at taka ábyrgd av egnum landi.

- Vit kunnu, vit megna, og vit hava ábyrgdina – júst tann andin hevur gjørt Ísland til eitt av heimsins mest framkomnu londum, hóast tað telist millum tey minstu.

- Takk Guðni, fyri tað, tú bert okkum av vitan, áhuga og trúfesti, og blíðan byr víðari í samstarvinum við Setrið, nú sum heiðursdoktari.

- Góða Ulrike,

- Tað eru mong ár síðani, at eg av tingsins røðarapalli nevndi teg sum ein granskara, ið Føroyaland hevur so nógv at takka fyri, at vit áttu at borið tær ein almennan heiður. Tað fært tú vónandi ein dag – men í dag ert tú so vorðin heiðursdoktari á Fróðskaparsetri Føroya. Hjartaliga til lukku við heiðrinum!

- Stutt eftir aldarskiftið ringdi telefonin á tíðindadeildini í Kringvarpinum. Á tráðnum var ein mamma at barni við føroysku sjúkuni, sum vildi siga mær alt tað ótrúliga arbeiðið tú, í stóran mun sjálvboðin, gjørdi fyri hesi børn og foreldur teirra.

- Tú savnaði vitan og kveikti vón. Eg fekk tá innlit í ein part av tínum arbeiði við arvastreingjum, evnaskifti, nervalagi og øðrum, sum førdi til ymiskar sjúkur og brek, ofta við hægri títtleika her enn aðrastaðni, tí samfelag okkara er lítið, og ættarbondini so tøtt. Tú tókst meg á bóli, tá vit gjørdu sendingar um sonevndu føroysku sjúkuna, og tú við stórum ídni greiddi frá – á føroyskum við týskum máltóna. Tú leitaði eftir føroyskum fakorðum, eitt nú kveiki fyri enzym.

- Ulrike, eg eri ikki dagførd við øllum tí, tú hevur gjørt hesi seinastu árini, men eg veit, at tú hevur borið landi okkara vitan, umsorgan, ótroyttiliga arbeiðsmegi – og hevur sagt okkum, hvussu vit kunnu skipa betri tilboð og kunnu fáa staðfest arvasjúkur, kodaðar í ílegum okkara, so sleppast kann undan stórari líðing. Hetta eru dýrgripir, ið illa kann rindast fyri.

- Tit bæði – Ulrike og Guðni – eru gylt dømi um tað dýrmæta tilfeingi, fólk og land fáa, við at knýta góð og tøtt bond við granskarar, fakfólk og onnur úti úr heimi. 
Tøkk fái tit fyri tað.

- Góðu tit øll, næmingar, lærarar, starvsfólk. Tit, sum gera Setrið til tað, tað er í dag og skal verða frameftir. Vegna Løgtingið vil eg enn einaferð ynskja tykkum hjartaliga til lukku og blíðan byr í spennandi tíðini fyri framman.

Takk fyri!

Terji Beder (ytst t.h.), sum er fulltrúi á fakdeildini í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, og sum er kønur í flestu viðurskiftum á hægri útbúgvingarøkinum, kom við gávu til Fróðskaparsetrið. Eitt steinprent, sum Bárður Jákupsson hevur gjørt. Ytst til vinstru: Johan Ísak Suni Hansen, fyrisitingarstjóri, undir liðini á Martini, rektara

Fróðskaparsetrið fekk eisini eitt flott steinprent frá Tórshavnar kommunu í 60-ára gávu. Elsa Berg, borgarstjóri, handaði rektaranum eitt prent hjá Mariusi Olsen

Blomstur fekk Fróðskaparsetrið eisini. M.a. hesa vøkru gulu bukettina frá Landsbókasavninum, ið sum universitetsbókasavn er ein sera tættur og góður samstarvsfelagi hjá Setrinum. Saman við bukettini lá eitt fitt kort við yrkingini hendan mánaðin, sum Guðrið Poulsen hevur skrivað:

Í mjørkatámi

dagar

umhvarvið av einum ónavngivnum landslagi

undan

Hetta var eitt óført høvi at avmynda allar rektararnar, sum verið hava á Fróðskaparsetri Føroya. Einasti, sum manglar her, er Arne Nørrevang, sum er farin, og sum var rektari í 1998.

Frá vinstru: Petur F. Zachariasen, Malan Marnersdóttir, Jóan Pauli Joensen, Sigurd í Jákupsstovu, Chik Collins og Martin Tvede Zachariasen

Hetta eru almennu portrettini, sum tikin eru av rektarunum, ið farnir eru úr starvi. Tey hanga á bróstinum í vøkru gróthúsunum, har Setursskrivstovan heldur til. Hendan myndin av teimum øllum var annars partur av einum søguligum afturliti, sum varð víst á stórskíggjanum í Kongshøll, tá fólk komu og í endanum av tiltakinum 

Hátíðarhaldið í Kongshøll var bæði fyri innboðin og var eisini lýst alment. Hampilig undirtøka var, hóast pláss hevði verið fyri fleiri. Serliga føðingardagmerkið, sum sæst á stórskíggjanum, hevði Martin Simonsen gjørt á tað runda búmerkið, ið Anni & Janni hava sniðgivið 

Seinast á skránni, áðrenn rektarin bjóðaði kaffi, var Tú alfagra land mítt. Jóhannes Andreasen spældi undir

Pál Weihe hevur arbeitt nógv saman við Ulrike Steuerwald. Tá hon fylti 60 ár, helt hann eina avbera góða røðu fyri henni, har hann m.a. vísti á alt hennara sjálvbodna upplýsingararbeiði, sum hon gjørdi aftrat granskingini 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum