University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Mýs.jpg
24.10.2018
Náttúruvísindadeildin

Mýs í Føroyum

Hvar eru ella hava verið mýs í Føroyum?

Í hesum døgum hevur Eyðfinn Magnussen, lektari á Náttúruvísindadeildini, vitjan av tveimum músaserfrøðingum: Einum út USA og einum úr Íslandi.
Saman kanna teir útbreiðsluna av músum í Føroyum.

Í dag finnast mýs í 6 føroyskum oyggjum: Fugloy, Mykinesi, Nólsoy, Hesti, Sandoy og í økinum kring Tórshavn (Sí mynd 1).

Vit vita, at fyrr hava tær eisini verið á øðrum oyggjum (Sí mynd 2 niðanfyri).

Men hvat vita tit um mýs í Føroyum?

Tað hevði verið gott, um tit kundu greitt frá, hvat tit vita um, hvar mýs hava verið í Føroyum. Eitt nú um:

  • tit nakrantíð hava hoyrt um, at mýs hava verið aðrastaðni enn í teimum 6 oyggjunum, tær eru á í dag (Fugloy, Mykinesi, Nólsoy, Hesti, Sandoy og í økinum kring Tórshavn)
  • tit nakrantíð hava sæð, ella hoyrt um, at mýs hava verið í Svínoy, Kunoy ella Skúgvoy?

Tit eru eisini vælkomin av ringja til Eyðfinn á fartelefonnummar 265831


Mynd 1: Í dag finnast mýs í 6 føroyskum oyggjum: Fugloy, Mykinesi, Nólsoy, Hesti, Sandoy og í økinum kring Tórshavn


Mynd 2: Vit vita, at fyrr hava mýs eisini verið á øðrum oyggjum

Her er ein vísindaliga greinin, um føroysku mýsnar:

Jones, E., Jensen, J.K, Magnussen, E., Gregersen, N., Hansen, H. and Searle, J. (2011). A molecular characterization of the charismatic Farose house mouse. Biological Journal of the Linnean Society,102:471-482. Tak niður grein HER

Her er eini tíðindini, sum stóðu á Setursheimasíðuni 8. november 2008

Føroysku mýsnar vitjaðu BBC. Tak niður tíðindi HER


Og her er eitt innslag um okkara músagransking, sum Danmark Radio hevði  20. desember 2008.

20 december 2008: Euro-clip - House Mice tell stories (in danish) [Husmus fortæller historie]. 12 minutes radio broadcast in the Danish Radio P1. Lurta eftir innslagnum (mp3-fíla 8.8 MB).

Eyðfinn Magnussen Var í Góðan Morgun Føroyar hósdagin 25. oktober

Lívfrøðingur vil vita, hvar mýs hava verið. Tak niður tíðindi HER

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum