Firouz Gaini
25.03.2019
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

NABO – Norðurlendsk verkætlan um ung og sosiala inklusión

Firouz Gaini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, luttekur í nýggjari verkætlan, sum ‘Myndigheten för ungdoms- och civilsamhällesfrågor’ (MUCF) í Stokkhólmi samskipar.

Norðurlendska Ráðharraráðið stuðlar verkætlanini, sum nevnist NABO (‘Social Inclusion of Youth in The Nordic Region’) og hevur luttøku úr øllum Norðurlondum.

Verkætlanin varpar ljós á sosiala inklusión úr sjónarhorninum hjá ungfólki, og við støði í trimum høvuðsevnum: møguleika fyri at luttaka í sosialum lívi (t.d. frítíðarvirksemi), møguleika fyri at ávirka (egna lívsstøðu), og atgongd til tænastur (bústað, skúla, o.s.fr.) Verkætlanin hevur eitt kvalitativt háttalag, fyrst og fremst fokusbólkasamrøður.

Jeff Jonsson er verkætlanarleiðari. Verkætlanin endar í 2020.