Nám og Námsvísindadeildin gjørt samstarvsavtalu
Í gjár varð formlig samstarvsavtala gjørd millum Nám og Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya um at menna samstarvið partanna millum
- Nú formalisera og víðka vit um samstarvið til gagns fyri undirvísingarverkið í Føroyum.
Hetta segði Eyðun Gaard, stjóri á Námi, tá hann, Kalpana Vijayavarathan, dekanur á Námsvísindadeildini, og Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetrinum, í gjár - 10. september 2024 - settu sína undirskrift undir formliga samstarvsavtalu partanna millum.
- Ja, vit samstarva ikki bara um vitanardeiling, men sanniliga eisini um at menna ta vitanina, sum er neyðug fyri føroyska undirvísingarverkið, legði Kalpana aftrat.
Í avtaluni staðfesta Nám og Nád, at virksemið hjá báðum stovnum í stóran mun umskarast, tí at báðir partar hava undirvísingarverkið í síni heild sum virkisøki. Her verður hugsað um dagstovnar, fólkaskúlar og miðnámsskúlar. Virksemið snýr seg m.a. um útbúgving og menning av starvsfólkum og menning av viðkomandi undirvísingartilfari til undirvísingarverkið.
Tað er ikki nýtt, at Nám og Nád samstarva, men endamálið við at fáa sett hetta í eina formliga samstarvsavtalu er at bøta um fortreytirnar fyri at fáa dygdargóðar og viðkomandi tænastur til undirvísingarverkið.
Í avtaluni stendur, at hesi samstarvsøki skulu mennast: Skiftið av starvsfólkum til styttri skeið, menningararbeiði og samstarv við ph.d.-lesandi; felags verkætlanir og ráðstevnur; og tilfar til undirvísingarverkið, eisini til KT-didaktiska økið.
Ein samstarvsnevnd verður nú sett til at umsita avtaluna og íverkseta samstarvið. Nevndin hittist í minsta lagi tríggjar ferðir árliga.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...