University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Námsfrøðilig leiðsla góð, men vantar yvirskipaðan leist
29.11.2016
Námsvísindadeildin

Námsfrøðilig leiðsla góð, men vantar yvirskipaðan leist

Støðan innan námsfrøðiliga leiðslu hjá føroyskum skúlaleiðarum er góð, men vantar ein yvirskipaðan leist.


Í einari nýggjari granskingarverkætlan hevur Jóhannes Miðskarð, ph.d. og adjunktur í leiðslu á barna-, ungdóms- og serstovnaøkinum, kannað námsfrøðiligu leiðsluna hjá føroyskum skúlaleiðarum.

Námsfrøðilig leiðsla er nakað annað enn - men tó samantvinnað við - starvsfólkaleiðslu, strategiskari leiðslu og fyrisitingarligari leiðslu. Í námsfrøðiligari leiðslu eru tvey høvuðsvirksemi: leiðsla av læraranna undirvísing og menning av organisatoriskum strukturum, sum menna læraranna undirvísing.

Í granskingarverkætlanini varð kannað, bæði hvussu skúlaleiðararnir fataðu teirra egnu námsfrøðiligu leiðslu, og hvussu lærararnir fataðu námsfrøðiligu leiðslu skúlaleiðaranna. Hetta var gjørt á fýra ymiskum skúlum í Føroyum.

Kanningin staðfesti, at hesir føroysku skúlaleiðararnir á ein dygdargóðan hátt útinna nógv virksemi, sum kunnu sigast at verða námsfrøðilig leiðsluvirksemi. Hetta skal eisini síggjast í ljósinum av, at skúlaleiðarar í Føroyum, inntil víðari, ikki hava fingið nakra beinleiðis eftirútbúgving í at leiða undirvísingina hjá lærarum.

Men kanningin staðfesti eisini, at hesir føroysku skúlaleiðararnir vanta ein yvirskipaðan leist, sum samansjóðar teirra námsfrøðiliga leiðsluvirksemi.

Úrtøkan av granskingarverkætlanini er ein vísindalig grein, ið er send til javnlíkametan hjá einum altjóða tíðarriti innan skúlaleiðslu. Harumframt eru fýra aðrar greinar, ið verða lagdar á heimasíðuna hjá Skúlablaðnum.

Samband:
Jóhannes Miðskarð, johannesm(at)setur.fo, tlf. 299426

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025