26.04.2023
Setrið Námsvísindadeildin Til lesandi
Skriva út

Námsvísindadeildin hildið skeið um burðardygd og skúla

Frá 10.-17. mars var Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya vertur fyri norðurlendskum SPICA-skeiðið, sum er afturvendandi skeið fyri lærarlesandi, ið Norðurlond skiftast um at halda. Hesaferð komu tilsamans 35 lesandi og undirvísarar úr øllum norðurlondum at vitja Námsvísindadeildina.

Skeiðið varð hildið undir heitinum "Hvussu kunnu vit arbeiða við at menna burðardygg samfeløg í skúlahøpi?" og tók støði í heimsmálunum hjá ST. Áðrenn tey norðurlendsku lesandi komu til Føroyar, høvdu tey arbeitt við evnunum á tveimum netfundum.

Umframt at arbeitt varð á Námsvísindadeildini, fóru skeiðsluttakararnir út á ymisk støð í Føroyum fyri at fáa innlit í føroyska samfelagið.

T.d. vóru tey í Kirkjubø, gingu—í kavanum—úr Kirkjubø til Havnar, vitjaðu Skúlan á Fløtum og fóru til Sandavágs at fáa innlit í laksavinnuna, og hvussu Hiddenfjord arbeiðir við burðardygd.

Luttakararnir vóru eisini ein túr í Nólsoy, har Knút Háberg Eysturstein við bólki spældi fyri teimum á Maggie’s. Eisini hoyrdu tey framløgur um søgu og mentanararv, um avbjóðingar hjá tilflytarum í einum lítlum samfelagi og hoyrdu um týdningin av tónleikamentanini í Føroyum.

Vikan endaði við, at tey lesandi høvdu framløgur um, hvussu arbeiðast kann við at mynda eitt burðardygt samfelag í skúlahøpi.

Umframt tey, sum vitjaðu úr øðrum londum, luttóku seks læraralesandi frá Námsvísindadeildini á skeiðinum. Tey vóru Bodil Maria Kirke Gullbein, Dagný Hammer Matras, Dania Jóannesardóttir, Dávur Simonsen, Esmar Æðustein Poulsen og Páll Magnus Dam í Baiansstovu.

Rúna í Skála og Poul F. Guttesen, sum undirvísa á Námsvísindadeildini, vóru við til at fyriskipa skeiðið.

Skeiðið er skipað av Nordplus-netverkinum, SPICA, sum er fíggjað av Norðurlandaráðnum og hvørs endamál er at arbeiða fyri at menna millumtjóða samstarv á læraraútbúgvingum.

Netverkið arbeiðir serliga við burðardygd, samborgaraskapi og tvørmentarligum samstarvi.