University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
IMG_3718.JPG
04.12.2018
Setrið Námsvísindadeildin

Námsvísindadeildin skipað fyri fakdidaktiskum skeiði í fremmandamálum

Námsvísindadeildin skipaði í døgunum 19.-21. november fyri fakdidaktiskum internatskeiði fyri miðnámsskúlalærarar á Gjáargarði í fremmandamálunum: enskum, fronskum og sponskum.

Skeiðið er liður í NÚ (námsfrøðilig útbúgving), sum er nýggj útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya, sum í løtuni verður arbeitt við at fáa grundfest og sett í fastar karmar á Námsvísindadeildini.

Vit hava ásannað, at vit við avmarkaðum tali av kandidatum mugu leggja fak saman, sum hava líkan fakdidaktikk. Hetta var í hesum førinum gjørt við felags skeiði fyri øll fremmandamálini. Helmingurin av skeiðinum snúði seg um fremmandamálsdidaktikk sum heild og hin helmingurin um einstøku mállærugreinina.

Katrin Hammer úr Skúvoy, sum í mong ár hevur verið skeiðshaldari á NÚ skeiðum í Føroyum og hevur royndir sum undirvísari á Syddansk Universiteti á pedagogikum útbúgvingini har, hevði høvuðsábyrgdina av innihaldinum í skeiðinum. Hon stóð eisini fyri undirvísingini í enskum fakdidaktikki. Saman við henni undirvísti Tina Lund Hansen, master í gymnasiedidaktikki. Hon undirvísti í sponskum fakdidaktikki og saman við Katrini í fremmandamálsdidaktikki. Annika Arnsteinsdóttir Nielsen, sum hevur nógvar undirvísingarroyndir á gymnasialum miðnámi, tók sær av fronskum fakdidaktikki. Kalpana Vijayavarathan og Vár í Ólavsstovu frá Námsvísindadeildini vóru við sum eygleiðarar og fyriskiparar, og Námsvísindadeildin hevði evstu fakligu ábyrgdina.

Ætlanin er framyvir, at Námsvísindadeildin skal skipa fyri fakdidaktiskum skeiðum í øllum lærugreinum á miðnámsskúlaøkinum. Sjøtul er settur á. Umframt hetta skeiðið í fremmandamálsdidaktikki við 23 luttakarum, hava verið hildin tvey NIS-skeið, sum er námsfrøðilig innleiðsla til teirra, sum á fyrsta sinni skulu undirvísa á miðnámsskúla, og fyrireiking er farin í gongd til fakdidaktiskt skeið í føroyskum og donskum undir felags heitinum: Móðurmáls- og grannamálsdidaktikkur. Eisini her verður ein partur av skeiðinum felags og annar partur verður hvør sær.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. flagg setur (2).jpg

    Fyribils skrá fyri UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference er nú tøk

  2. Fróðskaparsetrið 32

    Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skapa vit góð lívskor fyri ungdómin

  3. Framsíða

    Kampus - ein strategisk íløga í framtíð Føroya