20.10.2015
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Náttúruvísindadeildin partur av týðandi laksagransking

Dygd og virði á laksaflaki treytað av reinsing


Nýggj granskingarúrslit

Í grein, prentað í altjóðað vísindaliga tíðarritinum Aquaculture Research, verður staðfest, at blóðrestir og innvølisrestir í kruvdum laksi elva til rivur (Mynd 1) og skerdan fastleika í laksaflaki.

Tað er Ása Jacobsen, sum er ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og granskari á Fiskaaling, ið hevur skrivað forvitnisligu greinina saman Jonhardi Eysturskarð, granskara á Fiskaaling, og Hóraldi Joensen, lektara á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Endamálið við hesum partinum av ph.d.-verkætlanini,  lýstur og viðgjørdur í greinini, er at kanna, hvussu stóran týdning skynsom og vandalig reinsing av búkrúminum eftir kryvjing hevur fyri flakadygdina á alilaksi. Sjeyogtjúgu framleiðslu- og góðskuparametrar vórðu mátaðir á í alt tríati reinsaðum og óreinsaðum, køldum og ókøldum laksum. Kanningarnar vístu greitt, at  flakarivur og minkaður flakafastleiki høvdu samband við eftirverandi blóð-, nýra- og innvølisrestir í búkrúminum. Multivariat analýsa avdúkaði harafturat, at flakarivur og skerdur flakafastleiki vóru stórt sæð einans orsakað av tvørrandi reinsing.  Eisini vístu kanningarnar, at ókøldur fiskur misti lit á flaki og táknum eftir heilt fáum tímum.

 

Fíggjarligur stuðul

Granskingarráð Føroya og Fiskivinnuroyndir hava stuðlað ph.d.-verkætlanini fíggjarliga.

Greinin í fullum líki

Greinin hevur heitið: “Gaping and loss of fillet firmness in farmed salmon (Salmo salar L.) closely correlated with post-slaughter cleaning of the abdominal cavity”, og kann lesast á niðanfyristandandi slóð:

http://onlinelibrary.wiley.com/doi/10.1111/are.12884/epdf

 

Takksemi

Drúgva og umfatandi kanningararbeiðið var í stóran mun gjørt av Margretu Dam, laboranti og  Dr. Magnus Paula Magnussen, sála. Tey bæði hava stóra takk uppibornað.  Víðskygni og vitborni Magnus Pauli Magnussen fostraði nógvar tankar um laksagransking og var tann fyrsti her á landi, sum munnliga og skrivliga vísti á heilsuliga og handilsliga týdningin av at reinsa dálkað lýsi, ætlað til laksafóður.