26.01.2015
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Náttúruvísindadeildin virkin í heilsutengdari peptid-gransking

Ph.d.-ritgerð við heitinum “Discovery and characterization of novel bioactive peptides from marine secondary products” almannakunngjørd.


Í desembur 2014 kom ph.d.-ritgerðin  hjá  Susan Skanderup Falkenbjerg (Mynd 1) út í  snøggari pappírsútgávu  (Mynd 2). Ritgerðin viðger lívvirkin peptid í fiskarestrávørum, við serligum denti á blóðtrýstlækkandi  og antioxiderandi peptid. Uppsetingin av ritgerðini er í tráð við  siðvenju í náttúrvísindum her í norðanlondum, og  umfatar víðfevndan samandrátt og  vísindaligar greinar.  Tvær av hesum trimum greinunum eru kunngjørdar í altjóða vísindaligum tíðarritunum: International Journal of Applied Research in Natural Products og í Journal of Agricultural Science and Technology B. Hin triðja greinin verður send til Journal of Agricultural Science and Technology A&B. Høvuðsvegleiðari var Dr. Henrik Hauch Nielsen, Danmarks Tekniske Universitet, og hjávegleiðarar vóru Dr. Flemming Jessen, Danmarks Tekniske Universitet,  Dr. Jan Stagsted , Århus Universitet og Dr. Hóraldur Joensen, Fróðskaparsetur Føroya. Professor Dr.  Svein-Ole Mikalsen, Fróðskaparsetur Føroya, luttók virkin í rit- og greiningarpartinum av verkætlanini.

Susan hevur gjørt partar av starvsstovuarbeiðinum á Fróðskaparsetri Føroya. Starvsstovuarbeiðið umfataði massaspektrometriska rannsókn av fiskapeptidum.  Umframt nevndu kanning, so hevur Susan eisini lokið eitt ph.d.-skeið í massaspektrometri  á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Ein triðingur av fíggingini til ph.d.-verkætlan hennara var fingin til vega frá Granskingarráði Føroya.

Kanningar uttanlands vísa, at vrakveiða og restrávørur eru umleið 75 % av nøgdini  av veiddum fiski. Talan er um stórar mongdir av ógagnnýttum proteinum.  Partur av hesum restrávørum hevur higartil verið gagnnýttur sum bílig djóraføði. Men møguleiki er fyri at umgera hesi protein til dýrmett lívvirkin peptid við at kappa proteinini sundur við hóskandi sløgum av kveikum. Á henda hátt kann bílig rávøra umgerast til hávirðisúrdráttir. Fyrstu stigini á hesi leið eru longu tikin í eini samarbeiðisverkætlan millum Atlantic Biotechnology, Fróðskaparsetur Føroya,  DTU Aqua og  Århus Universitet. Tvær tær fyrstu ph.d.-verkætlanirnar eru lidnar, sí úrtak1 og úrtak2.  Umfatandi kanningar hava víst, at fiskapeptid kunnu lækka blóðtrýst, virka klænkandi, stimbra verjuskipan kropsins, verja móti bakterium, soppum, virus, krabbameini, virka sum antioxidantar og vera vakstrarfremjandi. Virðismenning av fiskarávørum og heiliráðframleiðsla kann fáa stóran samfelagstýdning, og er uttan iva eitt skilagott landsbúskaparligt fæspinnandi virksemi, sum rávøruframleiðandi fiskiveiðutjóðini, Føroyar, av álvara átti at fari undir.

 

Loksins kann nevnast, at Føroyar hava formansskapin fyri norðurlendska samarbeiðið um fiskiskap í 2015 vegna ríkisfelagsskapin. Føroyar hava í hesum sambandi høvuðsábyrgdina av meginverkætlanini: “Vøkstur í bláum biobúskapi”, sí skjalið: “Formandsskabsprogram for det nordiske fiskerisamarbejde 2015”. Meiri kunning fæst á hesi heimasíðu: www.norden2015.fo.