University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
NCBio Ráðstevna: Hard Choices in Nordic Health Care 2.0
17.10.2017
Til lesandi Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

NCBio Ráðstevna: Hard Choices in Nordic Health Care 2.0

Mánadagin 20. november.2017 skipar norðurlendska nevndin fyri Bioetikk - Nordic Committee on Bioethics - fyri ráðstevnu við heitinum: "Hard Choices in Nordic Health Care 2.0".


Fyriskipararnir siga soleiðis um bakgrundina fyri ráðstevnuna:

Øll lond standa við etiskum og fíggjarligum avbjóðingum í dag og enn meira í komandi tíðum í teirra heilsuverknum. Orsøkirnar eru fleiri: Broytt fólkasamanseting, fleiri sjúkur, fleiri, betri og dýrari viðgerðarmøguleikar o.s.fr.

Gloppið millum, hvat kann verða gjørt og hvat peningur er til at gera á heilsuøkinum er tí vaksandi. Neyðugt er at raðfesta. Hvør skal gera hetta og hvussu?

Sí meira um ráðstevnuna, skrá og upplýsing um tilmelding her

Faldarin fyri ráðstevnuna sæst eisini her

Ráðstevnan, sum byrjar kl  kl. 08:30,  er ókeypis, men tað er neyðugt at boða frá luttøku. Ferð og uppihald rinda luttakarar sjálvir.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Barn Við Fingramáling Námsvísindi Diplom Freerangestock

    Diplom í Námsfrøði: Fylgið stroyminum her

  2. Politiskur valfundur í Kongshøll.jpg

    Valfundur í dag: Hvussu styrkja vit Føroyar við ungdómi, útbúgvingum og gransking?

  3. Heðin Ingi Abrahamsen Staðið Phd 09032026

    Heðin Ingi Abrahamsen staðið ph.d.