Búskaparráðið
03.09.2018
Setrið Búskaparráðið
Skriva út

Neyðugt við betri stýring av almenna búskapinum

Búskaparráðið hevur saman við Hagstovuni endurmett vøksturin í BTÚ í leypandi prísum fyri í ár. Búskaparráðið metir nú vøksturin í ár at verða 1,8%, sum er nakað hægri enn í undanfarnu frágreiðing, tá hann varð mettur til 0,5%.

Hendan broytta meting av búskaparvøkstrinum í ár stavar frá nýggjum fortreytum. Útlit eru fyri einum falli í útflutninginum í ár vegna minkandi kvotur, minni tøku í alivinnuni og lægri prísir í summum bólkum, sum dregur vøksturin niður. Hinvegin er tað ein øking í innlendska eftirspurninginum, sum dregur vøksturin upp.

20142015201620172018
Mettur BTÚ-vøkstur í leypandi prísum7,5%5.6%6,8%6,2%1,8%


Kommunurnar hava í miðal havt størri útreiðsluvøkstur enn landið. At eldraøkið varð lagt út til kommunurnar, er tískil ikki einasta orsøk til stóra útreiðsluvøksturin. Hesin kommunali útreiðsluvøksturin bendir sostatt á tvørrandi fíggjarpolitiska stýring, serliga í kommunala geiranum.

Týðuligur vøkstur sæst í íløguútreiðslunum undir almennum ræði árini 2016 til 2018. Hesin stavar bæði frá landi, kommunum og fyritøkum, ið tað almenna ræður yvir.

Íløgurnar hjá fyritøkum undir almennum ræði eru vaksnar nógv síðani 2015.

Eins og við almennu nýtsluni sæst, at framdu almennu íløgurnar eru konjunkturviðgangandi, bæði tá tað snýr seg um land, kommunur og fyritøkur undir almennum ræði.

Hvørki kommunurnar sínámillum, ella land og kommunur sínámillum, ella landið einsæris, hava gjørt nakað munagott fyri at sleppa undan yvirupphitingini í byggivinnuni. Kortini er hetta bert  ein spurningur um raðfesting av almennum útreiðslum yvir tíð. Nakrar hálvalmennar íløgur hava tó verið útsettar og nakrar privatar íløgur hava verið burturtrongdar, tvs. útsettar til meira av íløgu møguliga seinni kann fáast fyri sama pening.

Frásæð skuldarloft, hevur landið ongan møguleika at ávirka avgerðir kommunana í byggimálum, og heldur ongan møguleika at áseta karmar fyri íløgu- ella rakstrarútreiðslur kommunanna. Hetta, saman við lítlum kommunustødddum, ger føroysku kommunuskipanina óhepna.

Búskaparráðsfrágreiðingin er at finna á heimasíðu Fróðskaparsetursins/Búskaparráðsins HER

Um nakar ynskir at fáa viðmerkingar til várfrágreiðingina 2018, kann viðkomandi venda sær til Sverra Hansen, formann, á tlf. (00299) 55 41 32