Neyðugt við politiskari støðutakan til vitlíki
Almannaverkið, Kommunufelagið, Vinnuhúsið, Fróðskaparsetur Føroya, Undirvísingarstýrið, Sjúkrahúsverkið, TAKS, Gjaldstovan og Talgildu Føroyar heita skrivliga á landsstýrið um at raðfesta og taka støðu til vitlíki
Brævið, sum varð sent landsstýrinum fríggjadagin 20. september, er soljóðandi:
Til Føroya Landsstýri
Átrokandi tørvur á politiskari støðutakan um nýtslu av vitlíki
Vit, undirritaðu, umboðandi stovnar og felagsskapir í Føroyum, venda okkum til landsstýrið um eitt mál av alstórum týdningi fyri framtíð Føroya. Sum áhugapartar í talgilding á ymsum økjum í føroyska samfelagnum kenna vit tað sum okkara skyldu at gera vart við tørvin á politiskari støðutakan og raðfesting av vitlíki.
Vitlíki hevur seinastu árini av álvara tikið dik á seg. Møguleikar fyri nýskapan, vøkstri og menning av vælferðini eru stórir, men tað eru eisini etiskar og trygdarligar avbjóðingar, ið fylgja við tøknini.
Menningin av vitlíki gongur skjótari, enn vit hava sæð við nakrari aðrari tøkni í søguni. Vit standa fyri eini kollvelting. Mál, mentan, skúli, heilsuverk, almenn fyrisiting, fíggjargeirin og vinnan eru bara nøkur av økjunum, sum standa fyri stórum broytingum – broytingar, sum kunnu ávirka karmarnar fyri fólkaræði í sjálvum sær.
Broytingarnar verða so umfatandi, at tað er alneyðugt við miðvísum politiskum visjónum og ætlanum.
Tað er avgerandi, at vit sum land eru klár til at gagnnýta teir møguleikar, sum vitlíki hevur, og eisini taka støðu til, hvussu vit verja okkum fyri møguligu neiligu ávirkanini av tøknini. Raðfesting á hesum økinum verður avgerandi fyri at varðveita okkara mál, mentan og vælferð. Og verður rætt borið at, kann vitlíki, saman við aðrari tøkni sum t.d. tólmenni, við nýskapandi og effektivum loysnum verða við til at loysa ein part av stóru haldførisavbjóðingunum, sum vit standa fyri, m.a. á heilsu-, almanna- og eldraøkinum.
Okkum kunnugt eru ongar yvirskipaðir politiskar visjónir á økinum. Vitlíki varð ikki nevnt í samgonguskjalinum frá 2022, ongar politiskar ætlanir um vitlíki finnast, og einki landsstýrisfólk hevur vitlíki sum málsøki.
Í grannalondum okkara hevur vitlíki hinvegin verið á politisku dagsskránni í rúma tíð. Tað er partur av politiska orðaskiftinum, og visjónir, politikkir og lógarverk eru longu orðað.
Vit vilja tí heita á Føroya Landsstýri at taka stig til at seta vitlíki á breddan politiskt. Hetta kann verða gjørt við:
- At vitlíki verður lagt sum serstakt málsøki til landsstýrisfólkið við ábyrgd av talgilding av samfelagnum (privat og alment)
- At skipa fyri vitanarátøkum og aðalorðaskifti fyri at økja um vitanina og tilvitskuna um vitlíki
- At orða visjónir, ætlanir og politikkir á økinum, umframt við fíggjarligari raðfesting at fremja hesar visjónir og ætlanir í verki
Vit hava í Føroyum fyrr prógvað, at vit kunnu flyta okkum skjótt, m.a. á tøkniøkinum, um vilji er til tess. Vit eru um at gerast ov sein á sjóvarfallinum, men verður farið undir munagóð átøk nú, kunnu vit framvegis náa at gera okkara til at fáa tað besta burtur úr nýggju tøknini og samstundis varðveita ræðið á egnum umstøðum og egnari menning.
Við hesum takka vit fyri, at tit hava givið hesum átrokandi máli gætur og vóna, at tit taka væl ímóti okkara áheitan.
Vinaliga
Edvard Heen, Almannaverkið
Eyðun Christiansen, Kommunufelagið
Niels Winther, Vinnuhúsið
Martin Zachariasen, Fróðskaparsetur Føroya
Hjalmar Hansen, Undirvísingarstýrið
Steinar Eirikstoft, Sjúkrahúsverkið
Eyðun Mørkøre, TAKS
Leif Abrahamsen, Gjaldstovan
Nicolai Balle, Talgildu Føroyar
- 07.10.2024 Setrið FøroyamálsdeildinHví skulu vit lesa Heðin Brú í dag?Bergur Djurhuus Hansen helt hesa røðuna á Sandi 28. septe...
- 07.10.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi LestrarskrivstovanSøk um upptøku gjøgnum VanganSum nakað nýtt skulu fólk, sum søkja um lestrarpláss á Fr...
- 04.10.2024 Setrið NámsvísindadeildinNámsvísindadeildin upp í NTI-netverkiðNámsvísindadeildin verður partur av áhugaverdum norðurlen...