University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
omslag_nietzsche_540x (2).jpg
Brynhild Thomsen
23.01.2020
Setrið Føroyamálsdeildin

Nietzsche og Norðurlond

Bergur Rønne Moberg, lektari í bokmentum, hevur skrivað grein við heitinum ”Nietzsche blandt færøske spillemænd. William Heinesens magister Mortensen som et nordatlantisk korrektiv til Nietzsche”

Greinin stendur í bókini "Liget der blev oppe på jorden. Nietzsche-receptionen i Norden (2019, Erik Skyum-Nielsen, ritstj.)", sum er framhald av klassikaranum "Nietzsche og Norden" eftir Edvard Beyer.

Báðar bøkurnar snúgva seg um týska heimspekingin Friedrich Nietzsche (1844-1900).

"Liget, der blev oppe på jorden" er ein dagførd lýsing av móttøkuni av Nietzsche í Norðurlondum og øllum hansara provokerandi hugsjónum. Nietzsche er kendur langt út um heimspekina sum tann tonkjarin, ið ’drap Gud’, og sum eigur orðingina, ”Gott ist Tot” (Gud er deyður). Harumframt hevur Nietzsche ávirkað eina ørgrynnu av listafólki, intellektuellum og heimspekingum og er vorðin at kalla ein mentanarsøga í sjálvum sær.

Ímyndir um og trúgv á Gud standa sterkari, enn tær leingi hava gjørt, men greinirnar í "Liget der blev oppe på jorden" bera boð um, at vit kortini ongantíð koma á mál við at taka avleiðingarnar av Nietzsche.

Leinkið til bókina er her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  2. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  3. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun