University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Ìskoytisútbúgving. Mynd 3.png (2).jpg

Tey við eldri útbúgvingum kunnu taka útbúgving, sum uppstgar tey til akademiskt prógv, sum eisini gevur atgongd til yvirbygning í Føroyum og uttanlands (Foto: Elsa Maria Højgaard Hansen/Martin Simonsen)

Brynhild Thomsen
03.07.2020
Setrið Námsvísindadeildin

Níggju lærarar og námsfrøðingar uppstigaðir

Lærarar og námsfrøðingar við eldri útbúgvingum kunnu uppstigast til bachelor við ískoytisútbúgvingini á Setrinum, og í gjár fingu tey prógv á Námsvísindadeildini

Í gjár fingu níggju lærarar og námsfrøðingar við eldri útbúgvingum akademiskt prógv.

Tey hava tikið ískoytisútbúgving á Setrinum, sum gevur teimum ástøðiligan og verkligan førleika og kunnleika til vísindalig ástøði og háttaløg. Harvið hava tey uppstigað sínar útbúgvingar til bachelor.

Við hesi barlast hava tey samstundis fingið atgongd til at taka akademiskan yvirbygning á masterstigi bæði á Fróðskaparsetri Føroya og á universitetum uttanlands.

Ískoytisútbúgvingin er parttíðarlestur, og námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar lesa saman og samstarva tvørtur um starvsøki.

Lesið meira um útbúgvingina her.

Tey, sum nú hava fingið prógv, eru Sigrid Petersen, Dagmar Clothier, Elin Dahl Kastalag, Fríða Eysturoy, Juliet Trúgvadóttir, Malan Jancy Eyðunsdóttir, Marin Elisabeth Poulsen, Mari Fríðunn í Løðuni og Rúna Tausen.

Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við uppstiganini!

Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini bjóðar vælkomin. Tiltakið varð hildið saman við miðnámsskúlalærarum, sum fingu prógv fyri at hava staðið námsfrøðiliga útbúgving

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  2. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun

  3. Umsetur

    Hjálpið okkum at bøta um føroyska teldutýðing