24.08.2016
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Níggjunda Frændafundarráðstevnan

9. ráðstevnan í frændafundarsamstarvinum verður í Reykjavík 26.-28. august


 

Fólk á Setrinum og við tilknýti til Setrið rigga seg nú at fara á Frændafund í Reykjavík. Nógvir áhugaverdir fyrilestrar eru á skránni, sum liggur á heimasíðu Háskóla Íslands.


Mánadagin 29. august fara nevndarlimirnir í Føroyanevnd Háskóla Íslands og Íslandsnevnd Fróðskaparsetur Føroya á samstarvsfund at eftirmeta ráðstevnuna og at leggja ætlanir fyri framtíðar samstarv.