University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Cigarette 1270516 1920 (1)
17.10.2025
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Nikotin- og tubbaksráðstevna

Heilsustýrið og Fróðskaparsetur Føroya skipa hósdagin 23. oktober fyri ráðstevnu um nikotin og tubbak. Ráðstevnan, sum verður í Kongshøll frá klokkan 9-12, er almenn og ókeypis, men krevur tilmelding á atgongumerki.fo

Aðalmálið við ráðstevnuni er, at eingin skal verða krøktur av nikotini og at fyribyrgja, at børn og ung tendra sína fyrstu sigarett. Gerst tú bundin av nikotini, eru sannlíkindini fyri, at tú eisini gerst roykjari, nógv størri.

Ráðstevnan vendir sær til politisku skipanina, myndugleikar, fólkaskúlar, miðnám, leiðslur, aðalráð, ítróttafeløg, handilsvinnu og stovnar. Málbólkurin er eisini øll, ið vilja vita meira um vansarnar við nikotini og tubbaki, og sum arbeiða fyri einum nikotin- og tubbaksfríum Føroyum.

Høvuðsrøðari er Charlotta Pisinger, professari í nikotin- og tubbaksfyribyrging, sum í mong ár hevur verið ein ótroyttilig serfrøðingarødd á økinum.

Á ráðstevnuni fara vit millum annað at hoyra um, hvørjar tubbaks- og nikotinvørur eru á marknaðinum, hví nýggju nikotinvørurnar eru ein trupulleiki, innflutningsmynstur í Føroyum, hvønn leiklut tubbaks- og nikotinídnaðurin hevur og á hvønn hátt tey ungu ávirkast av nýggju nikotinvørunum.

Eisini hoyra vit um fyribyrgjandi átøk, sum virka í øðrum londum, og hvussu tubbaks- og nikotinídnaðurin roynir at svara aftur. Harafturat hoyra vit um, hvussu vit bygnaðarliga kunnu hjálpa teimum sera krøktu ungu úr sínum nikotinbundinskapi.

Heilsustýrið hevur stuttan film um, hvussu nikotin skaðar heilan. 

Filmurin sæst her.

SKRÁIN

Kl. 09.00 Vælkomin, May-Britt Skoradal, varadekanur á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, Fróðskaparsetur Føroya & Noomi Gregersen, ph.d., leiðari í Heilsustýrinum

Kl. 09.05 Súsanna Bertholdsen, landstýriskvinna í heilsumálum setur ráðstevnuna

Kl. 09.10 Tað smakkar av bommi, men oyðileggur barnaheilan, Charlotta Pisinger, professari í tubbaks- og nikotinfyrbyrging, Center for Klinisk Forskning og Forebyggelse á Bispebjerg-Frederiksberg Universitetshospitali

Kl. 09.50 Innflutningur, rák og snúsvanar millum ung, Snorri Patursson, fólkaheilsusamskipari, Heilsustýrið

Kl. 10.05 Nikotin- og tubbaksnýtsla millum skúlanæmingar - ein løtumynd, Daisy Iversen, SSP- ráðgevi, Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi

Kl. 10.20 Steðgur & netverkan

Kl. 10.40 Nikotin- & tubbaksorðaskifti, breitt umboðandi panel

Kl. 11.20 Tað er nógv, sum vit kunnu gera – saman, Charlotta Pisinger, professari í tubbaks- og nikotinfyrbyrging, Center for Klinisk Forskning og Forebyggelse á Bispebjerg-Frederiksberg Universitetshospitali

Kl. 12.00 Takk fyri í dag 

Orðstýrari er Óluva Zachariasen

Melda til ókeypis ráðstevnuna her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Sandra Saxov Lamhauge

    Ph.d.-verja: Sandra Saxov Lamhauge

  2. Screenshot 2025 11 24 At 10 23 09 Sjúkrarøktarfrøði Setur

    Nøkur pláss eru tøk á útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði

  3. Jesse Orrico 1DHX1JVT3C

    Almennur granskingardagur um heilsu