University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
MYND.jpg
10.09.2018
Námsvísindadeildin

NIS skeið 2018

Annað árið á rað hevur Námsvísindadeildin skipað fyri námsfrøðiligum innleiðsluskeiði (NIS) fyri lærarar, sum fyrstu ferð skulu undirvísa á einum miðnámsskúla.

Skeiðið er krav til allar nýggjar lærarar og gevur teimum innleiðslu í, hvussu tú skalt skipa teg og hátta tær sum nýggjur lærari. Luttakararnir fáa bæði ráð og amboð, sum skulu gera byrjanina sum lærarar smidligari.

Innleiðsluskeiðið er fyrsti partur av námsfrøðiligari útbúgving (NÚ), sum allir lærarar, sum verða settir í fast starv á miðnámi, skulu hava. Skeiðið telur 2 ECTS í samlaðu útbúgvingini á 60 ECTS.

24 luttakarar vóru á skeiðinum og undirvísarar vóru: Katrin Hammer úr Skúvoy og Vár í Ólavsstovu, sum báðar hava drúgvar royndir við miðnámsskúlanámsfrøði og sum undirvísarar og Sjúrður Ravnsfjall, sum er KT-lærufrøðingur.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  2. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga

  3. Gunnhild Helmsdal

    Ph.d.-verja: Gunnhild Helmsdal