Nógv orka í Skopunarfirði
Náttúruvísindadeildin, KS
10.11.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Nógv orka í Skopunarfirði

Miðan septembur tók Brimil báðar streymmátarafortoyningarnar upp aftur úr Skopunarfirði. Mátingin millum Trøllhøvda og Hestoynna var væleyðnað, og hevur mátað rák upp til 6.5 knob.


Mátingarnar millum Trøllhøvda og Hestoynna vísa, at í mátitíðarskeiðinum, sum var frá 10. juli til 14. septembur, var harðasta rákið har umleið 6.5 knob. Mátararnir standa niðri á botninum og máta streymin frá mátaranum og upp ímóti vatnskorpuni við ljóðstrálum, og vísa mátingarnar, at á broddi er harðasta rákið frá umleið 20 m dýpi og upp ímóti vatnskorpuni.



Eitt av endmálunum við streymmátingunum er at fáa staðfest potentialið fyri fyri at vinna elektriskan streym burturúr sjóvarfalsrákinum.  Í einari bretskari frágreiðing er ein av niðurstøðunum, at tað loysir seg fíggjarliga at gera streymorkuverk,  um broddurin í miðalhørðum streymi er harðari enn 5 knob. Um hesar metingar eisini eru galdandi fyri føroysk viðurskiftir, er ikki kannað enn, men í mun til bretsku niðurstøðurnar eru mátiúrslitini úr Skopunarfirði stak hugalig. Nú verða mátiúrslitini neyvari viðgjørd og metingar av tøku orkuni á hesum staðinum verða gjørdar.


Ein mátari varð eisini settur niður á botnin eystur úr Streymnev. Hesin mátarin er brotnaður omanav fótinum, og kom ikki upp við restini av fortoyningini.  Júst hvat er hent, eru bert gitingar um enn.