08.07.2014
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Nógvar umsóknir til hægri lestur á Fróðskaparsetrinum

Gongdin seinastu trý árini vísir, at alsamt fleiri søkja inn gjøgnum kvotu 2, serliga er hetta galdandi fyri yrkisrættaðar útbúgvingar. Umleið 20 % verða tikin inn eftir kvotu 2-skipanini.


Tá freistin at søkja inn til hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroya var úti, vóru innkomnar tilsamans 366 umsóknir. Umsøkjarar kunnu raðfesta tríggjar útbúgvingar, men tølini niðanfyri eru bert galdandi fyri 1. raðfesting, so upptøkutølini fyri útbúgvingarnar kunnu broytast munandi tá samanum kemur. 

Gongdin seinastu trý árini vísir, at alsamt fleiri søkja inn gjøgnum kvotu 2, serliga er hetta galdandi fyri yrkisrættaðar útbúgvingar. Umleið 20 % verða tikin inn eftir kvotu 2-skipanini. 

Tølini vísa eisini, at ein stórur meiriluti av umsøkjarunum er kvinnur. Kynsbýtið er 70 % kvinnur og 30 % menn. Miðalaldurin á umsøkjarunum er 27 ár.  

Fróðskaparsetrið er farið undir at viðgera umsóknirnar, og boð um upptøku verða send í seinasta lagi mánadagin 14. juli.