University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Nógvir spurningar svaraðir á kunningarfundi
21.11.2013
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Náttúruvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Námsvísindadeildin Føroyamálsdeildin

Nógvir spurningar svaraðir á kunningarfundi

Hósmorgunin 21. november skipaðu Ph.d.-spírar á Fróðskaparsetrinum saman við Granskingarráðnum fyri kunningarfundi um møguleikar at fáa stuðul til ph.d.verkætlanir úr Granskingargrunninum.


Kári á Rógvi,  sum umboðaði Ph.d.-spírarnar, bjóðaði vælkomin og fortaldi um endamálið við Ph.d.-spírunum.

Síðani hevði Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, eina framløgu við heitinum: Stuðul til gransking - Granskingargrunnurin - Møguleikar, krøv og mannagongd.

Aftan á framløguna var møguleiki at seta spurningar og hetta gjørdi fleiri av teimum umleið 20 fólkunum, sum vóru møtt til tiltakið.

Tiltakið var stroymað og er nú tøkt á her.

Til ber eisini at síggja PP framløguna her .

Tey, sum ynskja at søkja stuðul til gransking, kunnu finna lýsing og slóð til umsóknarblað, formligar reglur, og vegleiðing á heimsíðuni hjá Granskingarráðnum, sí leinkið her

Tey, ið ynskja nærri kunning um Ph.d.-spírar  á Fróðskaparsetrinum ella um Vísindamót annars, eru vælkomin at seta seg í samband við Kára á Rógvi á kariar(at)setur.fo ella Kristionnu Hammer á kristiannah(at)setur.fo



Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast