University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Nordic Welfare ráðstevna í Reykjavík
15.11.2012
Søgu- og samfelagsdeildin

Nordic Welfare ráðstevna í Reykjavík

Tann 7. og 8. november skipaði NORA fyri ráðstevnu í Reykjavík við heitinum: Nordic Welfare: The North Atlantic Way.


Ráðstevnan snúði seg um vælferðarsamfelagið og tær avbjóðingar, sum hetta samfelagið stendur fyri í framtíðini. Fleiri enn 20 fyrilestrarhaldarar úr skandinavia og londunum í útnorði hildu framløgur um vælferðarsamfelagið úr ymiskum breiðum sjónarhornum, m.a. búskaparligum, søguligum og altjóða høpi, umframt úr fleiri meira ítøkiligum sjónarhornum, m.a. familju, almannaveiting og undirvísing.

Fleiri føroyskir fyrilestrarhaldarar luttóku á ráðstevnuni. Hans Andrias Sølvará, lektari í søgu á Søgu og samfelagsdeildini, helt framløgu um føroyska vælferðarsamfelagið í breiðum søguligum høpi, Beinta í Jákupsstovu, lektari í stjórnmálafrøði við Universitetið í Molde, helt framløgu um leiklutin hjá familjuni í serliga føroyska vælferðarsamfelagnum, Jógvan D. Hansen, heimspekingur, helt framløgu um etiskar spurningar viðvíkjandi nýtslu av robottøkni í røktini, Petra J. Joensen, stjóri á Almannaverkinum, helt framløgu um heilsu og almannaveitingar og Magnus Tausen, stjóri á NÁM, helt framløgu um undirvísing.

Einir 90 luttakarar úr flest øllum Norðurlondum luttóku á ráðstevnuni.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bárður Á Lakjuni Landsstýrismaður Uttan Fyri Gróthúsini 17062026

    Landsstýrismaðurin kunnað seg um Setrið

  2. Læraralesandi Á Nád 2026 SSP

    Læraralesandi á SSP-degi á Hilton

  3. Pætur Mikal Holm

    Pætur Mikal Holm framfluttur til lektara