08.06.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Nordkurs summarskeið 2011

Dagarnar 6. til 25. juni 2011 skipar Føroyamálsdeildin fyri norðurlendskum summarskeiði í føroyskum máli. Luttakararnir eru fyrst og fremst fólk, ið lesa norðurlendsk mál og bókmentir og almenn málvísindi í Norðurlondum. Í ár eru tey 24 í tali: 5 úr Noregi, 6 úr Svøríki, 5 úr Danmark, 6 úr Finnlandi og 2 úr Íslandi.


Árini frammanundan hevur skeiðið verið eitt mál- og bókmentaskeið. Í ár fara vit at royna ein annan leist, nevniliga at hava eitt málskeið burturav. Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi kunnleika um føroyskt mál og á tann hátt gera tey før fyri at skilja føroyskt og at kunna orða seg á føroyskum. Harumframt er endamálið eisini at gera studentarnar førar fyri at seta føroyskt mál inn í ein størri norðurlendskan málsligan samanhang.   

 

Studentarnir verða býttir í tveir flokkar eftir málsligum fortreytum. Tað er bæði ein fyrimunur fyri studentarnar og fyri læraran, tí flokkarnir verða til tað smáir, samstundis sum støðið millum studentarnar verður javnari.

 

Undirvísingin fer lutvíst fram á Føroyamálsdeildini og lutvíst í Ovastovu í Nóatúni. Umframt tímar í føroyskum máli, sum er miðleingjan á skeiðinum, eru fyrilestrar um kvæði og dans, politiska søgu, film, átrúnað og politikk og bókmentir. Útferðir verða gjørdar til Vágarnar og undir Vestmannabjørgini umframt túrar inni í Havnini. 

 

Skipanin er hon, at Føroyar og Grønland skiftast um at hava skeið. Skipanin er soleiðis, at skeið er í Føroyum tvey fylgjandi ár, og tað triðja árið er skeið í grønlendskum í Grønlandi, og síðan hava vit aftur tvey fylgjandi ár o.s.fr. Næsta ár (2012) verður einki skeið í Føroyum, tí tá verður skeið í grønlendskum.  

 

Skeiðið verður fíggjað við pengum frá Norðurlendska ráðharraráðnum umvegis Nordplus, sum er ein mál- og mentanarskrá, ið skal styrkja málfatanina í Norðurlondum og økja áhugan fyri málum og mentanum í Norðurlondum.  

 

Slík norðurlendsk summarskeið hava verið nú í nógv ár, og nógvir eru teir studentarnir, sum gjøgnum árini hava verið á hesum skeiðum, og hjá summum teirra vakti skeiðið ein so stóran áhuga fyri føroyskum, at tey seinni í lívinum komu aftur og fóru at granska í føroyskum.

 

Av tí at vit ikki hava nóg mikið av kollegiiplássum í Havnini, gista studentarnir heima hjá privatfólki. Lærarar á skeiðinum eru: Hjalmar P. Petersen og Randi Kúrberg. Høvuðsábyrgdina fyri skeiðinum hevur Jógvan í Lon Jacobsen, meðan Tina K. Jakobsen tekur sær av tí praktiska partinum.