10.10.2016
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Nordplus lagt nýggja fimm ára skrá

Kunningartiltøk verða í Føroyum seinni í heyst


5. oktober var hálvárligi fundurin í programmnevndini hjá Nordplus. Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni var við á fundinum sum annar av føroysku eygleiðarunum, tilnevndur av Mentamálaráðnum.

Á fundinum, sum varð hildin í Riga, var tilmælið fyri fimmáraskeiðið 2017-2021 til viðgerðar. Eitt av evnunum í hesum tíðarskeiðnum, sum fer at verða raðfest, eru verkætlanir, ið snúgva seg um tilflytarar og flóttafólk.

Umsóknir til øll Nordplus-programmini í 2017 skulu verða inni í seinasta lagi 1. mars 2017.  Fleiri upplýsingar eru at finna á  heimasíðuni hjá Nordplus.

Dagarnar 30. november og 1. desember verður Malena Vangdrup frá  Nordplus-fyrisitingini í Føroyum. Hon fer at hava fundir við Nordplus-áhugað, eins og hon fer at vitja Nordplus-verkætlanir, sum eru í gongd.

Eitt av tiltøkunum verður ein sonevndur stórfundur í Norðurlandahúsinum 30. november  kl. 19.30. Seinni verður kunnað nærri um tiltakið.