University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
NordPlus stuðul til skiftislesnað í Norðurlondunum
13.04.2018
Til lesandi Søgu- og samfelagsdeildin

NordPlus stuðul til skiftislesnað í Norðurlondunum

Nú er møguligt at søkja um stuðul til lestraruppihald í Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi. Freistin er 30 apríl.


Lesandi innan politikk og umsiting hava nú møguleika at søkja um stuðul til lestraruppihald á øðrum norðurlendskum universitetum. Møguligt er Bachleor- og Masterlesandi at søkja um stuðul.

Útbúgvingarleiðari, Jens Christian S. Svabo Justinussen sigur: “Hetta er ein upplagdur møguleiki hjá okkara lesandi, sum hava áhuga í at taka eitt nú eina lestrarhálvu uttanlanda, sum skiftislesandi. Tað góða við hesum er eisini, at tann lesandi umframt NordPlus stuðul, eisini kann taka lestrarstuðulin frá Studna við.”

Nærri upplýsingar um tínar møguleikar kunnu fáast við at venda sær til Jens Christian Svabo Justinussen, teldupost: jensj(at)setur.fo, ella ringja til 29 25 82

Freistin at søkja er mánadagin tann 30 apríl.

Einki formlig umsøkjaraskjal er.

Søkt verður um stuðul við at senda teldupost við til: jensj(at)setur.fo

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  2. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  3. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun