University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Norðrið - tíðarinnar starvsstova: Fýra evropearar á føroyaferð
18.11.2013
Føroyamálsdeildin

Norðrið - tíðarinnar starvsstova: Fýra evropearar á føroyaferð

Mánakvøldið 18. november kl. 19.30 heldur Kim Simonsen almennan fyrilestur á Føroyamálsdeildini


Í tjóðarbygging eru tjóðarsamleiki og tjóðarsjálvsmynd neyðugir tættir. Men ein tjóð er bara serstøk tjóð sum ein av mongum eins serstøkum tjóðum, og tað vit halda og siga um okkum sjálvi, er kveikt og ávirkað av tí onnur siga og halda um okkum.

Í fyrilestrinum verður greitt  frá, hvussu fýra ferðamenn, G. C. Atkinson, W. Morris, R. Chambers og R. F. Burton lordur, lýsa Føroyar í tíðarskeiðinum 1833 – 1875. Hugt verður at, hvat ferðafrásagnir siga okkum um ferðamenninar, og hvussu tulking teirra av støðunum, teir ferðast til, er knýtt at teirra egna bakstøði og virðum.   

Fyrilesturin verður hildin á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbs gøtu 16, í Tórshavn

Øll eru hjartaliga vælkomin

Háskúlin & Fróðskaparsetrið


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast