26.03.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Norðurlendsk barnaorðabók

Nýggj norðurlendsk orðabók tøk á netinum


Hetta er orðabók, sum skal hjálpa børnum og ungum at skilja tey skandinavisku grannamálini. 

Orðabókin kann brúkast í skúlanum, tá ið arbeitt verður við grannamálum, ella tá ið børn og ung tosa við ella skriva saman við øðrum norðurlendingum. Til ber at leita eftir orðum úr føroyskum og síggja, hvussu tey eita á donskum, norskum (bókmáli ella nýnorskum) og svenskum. Til ber eisini at hoyra, hvussu orðið og frágreiðingin ljóða á hesum málum við at trýsta á ljóðímyndina. Orðabókin er at finna á netinum og kann leggjast á snildfonina hjá tær. 

Í orðabókini eru eitt sindur fleiri enn 3000 leitorð við frágreiðingum á trimum málum: donskum, norskum (bókmáli og nýnorskum) og svenskum. Orðini og frágreiðingarnar eru týdd til grønlendskt, íslendskt, føroyskt, sámiskt og finskt. Tú kanst sostatt leita við orðum úr hesum málum, fáa frágreiðingar um leitorðið á málinum, sum tú leitar úr, og síggja, hvussu orðið eitur, hvat ið tað merkir og hvussu tað ljóðar á donskum, norskum (bókmáli og nýnorskum) og svenskum.

Meginhugsanin við hesi orðabók er at stimbra áhugan fyri og kunnleikan til skandinavisku málini millum børn og ung víða um í Norðurlondum.  

Verkætlanin, sum orðabókin er sprottin úr, er knýtt at Netverkinum hjá málnevndunum í Norðurlondum og Málráðið í Noregi hevur havt leiðsluna fyri verkætlanini.

Gjørt orðabókina hava Torbjørg Breivik, norskur ritstjóri og verkætlanarleiðari, Pia Jarvad, høvuðsritstjóri og danskur ritstjóri, og Birgitta Lindgren, svenskur ritstjóri. Føroyska partinum hava Tóta Árnadóttir og Marianna Debes Dahl staðið fyri.

Orðabókina finnur tú her