31.05.2018
Til lesandi Námsvísindadeildin
Skriva út

Norðurlendsk lærararáðstevna í Vasa

Starvsfólk á Námsvísindadeildini luttóku í døgunum 7.-9. mai á norðurlendskari læraraútbúgvingarráðstevnu í Vasa í Finnlandi.


Hetta er 15. lærararáðstevnan, har undirvísarar og granskarar á læraraútbúgvingunum í Norðurlondum hittast. Gongdin seinastu árini hevur verið, at nógv royndarvirksemi og gransking fara fram innan undirvísing, og tí eru framløgurnar á ráðstevnuni nógvar og fjølbroyttar. Í ár var yvirskriftin: Nordisk kompetens för en inkluderande värld. Føroysku luttakararnir hildu allir framløgur uttan Ása Olsen, sum var við sum partur av fyriskipanartoyminum, sum skal skipa fyri komandi ráðstevnuni, sum verður í Føroyum í mai mánaði 2020.  

Kalpana Vijayavarathan helt fyrilestur undir heitinum: Teaching speaking or ”doing” speaking – Link between theory and praxis in grade 8 teaching of speaking in English as a foreign language in the Faroe Islands, sum bygdi á gransking í fremmandamálslærufrøði. Granskingin vísir greitt, at "doing speaking” ella ”creating opportunities for speaking” er ikki nóg mikið. Undirvísing í talu, t.e. virkið at undirvísa næmingum, hvussu teir skulu tosa, gevur tað besta úrslitið. Fyrilesturin tók støði í gransking Kalpana hevur gjørt í sambandi við ph.d.-ritgerð sína, sum hon vardi seinasta heyst. 

Erla Olsen helt fyrilestur undir heitinum: ”The Nordic Knowledge Train as a vehicle for interdisciplinary co-operation”, sum bygdi á royndir við tvørgreinaligum samstarvi, har læraralesandi hava verið úti við verkstovum á skúlum kring landið. Konseptið hevur verið, at vanliga undirvísingin var løgd niður ein dag, og næmingar sluppu at gera verkstovuroyndir og aðrar royndir av ymsum kreativum slagi. Átakið er byrjað sum samstarv millum Ísland, Noreg, Finnland og Føroyar, har hugskotið er, at granskarar á universitetunum fara út og bjóða sína vísindi fram til næmingar fyri at skapa forvitni og áhuga fyri hægri útbúgvingum og gransking. Í Føroyum hevur vísindatokið koyrt kring landið í nøkur ár við fjølbroyttum verkstovum undir heitinum “Seturstokið”.

Annika Anthoniussen og Vár í Ólavsstovu høvdu hvør sín fyrilestur um mentanarmót og fleirmæli, sum bygdu á samrøður við lærarar, avvarðandi persónar og spildurnýggja spurnakanning um næmingar við føroyskum sum annaðmál í føroyska fólkaskúlanum. Hetta er fyrsta stig í eini granskingarverkætlan, sum skal vera grundalag undir at lýsa tørvin fyri undirvísing í fleirmæli og fleirmentan og skal vera við til at menna eina lærufrøði, sum byggir á ítøkiliga og lokala tørvin og umstøðurnar hjá nýmæltum føroyingum.

Ein fjølbroytt ráðstevna, sum var eyðkend av at útgreina og viðgera tey førleikakrøv, sum framtíðin setur til útbúgving og undirvísing. Ráðstevnumálið er til støðuga umrøðu, tí fyriskipararnir vilja halda fast í, at talan er um eina norðurlendska ráðstevnu, og tí skal málið vera norðurlendskt, men serliga finnar og íslendingar hava ilt við at luttaka, um henda ætlan verður fylgd til fulnar, og tí hava høvuðsfyrilestrarnir seinastu árini verið á enskum, meðan verkstovurnar hava verið meira blandaðar. 

Ráðstevnan endaði við, at Erla Olsen dekanur á NÁD fekk handað tingakrossin og harvið ráðstevnuna. Hon bjóðaði øllum vælkomnum til 16. læraraútbúgvingarráðstevnuna í Føroyum í 2020 og hesum tóku luttakararnir væl ímóti.