University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Norðurlendsk skeið fyri læraralesandi
13.11.2017
Til lesandi Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin

Norðurlendsk skeið fyri læraralesandi

Norðurlendsku perlurnar eru partur av norðurlendska málsamstarvinum, sum serliga hevur til endamáls at fremja grannamáls- og mentanarfatan, serliga fyri læraralesandi.


Fýra skeiðsdeplar eru knýttir at samstarvinum, teir eru: Voksenåsen, sum er ein svenskur-norskur mentanardepil, Lysebu og Schaeffergården, sum er eitt danskt-norskt samstarv og Hanaholmen, sum er ein mentanardepil fyri Svøríki og Finnland. Samstarvað verður somuleiðis við Biskop Arnö, norðurlendska fólkaháskúlan í Svøríki. Føroysk læraralesandi hava fyri árum síðani verið partur av hesum samstarvi, men tað hevur ligið stilt seinastu árini. Í eini roynd at endurstovna hetta samstarv setti Anna Floren, programmstjóri á Voksenåsen, seg í samband við Fróðskaparsetur Føroya. Vit fingu eitt gott og gevandi prát og eitt samstarv varð grundlagt og avgjørt varð, at læraralesandi á Námsvísindadeildini, skuldu koma á skeið á Voksenåsen í oktober. Henda roynd at fáa í lag samstarv við føroysk læraralesandi er í samsvari við eitt átak, har roynt verður at fáa Perluskeiðini meiri virkið at fevna um máløkini uttan fyri skandinavisku málini, svenskt, danskt og norskt.

Endamálið við Perluskeiðunum er at stimbra áhugan fyri máli og mentan í Norðurlondum við stuttum vitjanum og eini skrá á einum grannamáli. Á skeiðunum fáa komandi lærarar ítøkiliga at vita, hvussu nær norðurlendsku málini standa hvør øðrum. Tey fáa kunnleikagrundarlag til eina Norðurlanda-undirvísing, og tey fáa møguleikan at grundleggja norðurlendskt samstarv til framtíðina.

Læraralesandi á Voksenåsen

Fyrst í oktober vóru læraralesandi á Námsvísindadeildini á skeiðsdeplinum Voksenåsen beint uttan fyri Oslo á einum vikulongum skeiði, sum snúði seg um nýnorskt og bókmál og um náttúruna í skaldskapi og filmi. Hetta eru alt sera viðkomandi evni í føroyskum høpi, tí líkskapurin er stórur, og norskar lærubøkur vera í stóran brúktar í læraraútbúgvingini.

Í sambandi við skeiðið skuldu tey lesandi skriva frágreiðing frá ymsu fyrilestrunum og tiltøkunum á skeiðnum. Hesar frágreiðingar eru at síggja á heimasíðuni Atlantsoyggjar

Skeiðið varð hildið í samstarvi við “De nordiska pärlorna”, “Nordisk sprogkoordination” og “Svensk-norska samarbetsfonden”, og legði í samráð við undirvísararnar á Námsvísindadeildini dent á burðardygd og náttúru við einum økokritiskum eyga á mentanina. Umframt norðurlendska fígging til skeiðið, so hevur Studni latið stuðul til ferðina.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025