University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Kalpana Og Ingi Højsted Í Grønlandi Nov 2025
26.11.2025
Setrið Námsvísindadeildin

Norðurlendskt samstarv um barna- og ungdómsgransking

Nú verður samstarv styrkt millum granskarar, sum arbeiða við barna- og ungdómsgransking í Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Noregi

Ingi Heinesen Højsted, leiðari á Barna- og ungdómsgranskingardepilinum á Fróðskaparsetri Føroya, og Kalpana Vijayavarathan, dekanur á Námsvísindadeildini, hava seinasta vikuna verið á arbeiðsferð í Grønlandi við tí endamáli at menna samstarv um gransking í barna- og ungdómsviðurskiftum í Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Noregi. 

Vertur fyri samstarvsverkstovuna var Iluliaq, sum er Barna- og ungdómsgranskingardepilin á Universitetinum í Grønlandi, Ilisimatusarfik. 

Luttakararnir úr teimum fýra londunum vóru m.a. Lars Demant-Poort (Ilisimatusarfik, Grønland), Rikke Ørngreen (Ilisimatusarfik, Grønland), Ingi Heinesen Højsted og Kalpana Vijayavarathan-R (Fróðskaparsetur Føroya), Greta Gudmundsdottir og Kristin Beate Vasbø (Universitetið í Oslo),  Kolbrún Þorbjörg Pálsdóttir  og Hróbjartur Árnason (Universitetið í Reykjavík).

Á verkstovuni løgdu luttakararnir fram sítt granskingararbeiði, og lunnar vórðu lagdir undir verkætlanir um trivnaðartrupulleikar millum børn og ung í norðuratlantiska økinum, umframt útbúgving og læring frá byrjanarstigi til hægri útbúgving.

Á skránni vóru eisini haldførar læringsætlanir, tilveran í strandabygdum og tær samfelagsligu broytingarnar, sum býarmenning, veðurlagsbroytingar og talgilding hava við sær.

Orðaskiftið vísti bæði felags avbjóðingar og stórar møguleikar fyri at menna nýtt samstarv, og dentur varð lagdur á, hvussu lík samfelagslig og landafrøðilig viðurskifti í økinum kunnu taða góðan gróðrarbotn fyri samanberandi gransking og felags verkætlanum.

Fyri Barna- og ungdómsgranskingardepilin á Setrinum var arbeiðsferðin ein týdningarmikil liður í at byggja samstarvsnetverk fyri barna- og ungdómsgransking. Verkstovan ruddaði slóð fyri framhaldandi samskifti, nýggjum verkætlanum og betri vitanardeiling millum luttakandi universitetini.

Lesið annars meira um formligu samstarvsavtaluna, sum Fróðskaparsetur Føroya og Ilisimatusarfik gjørdu í summar - lesið her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Barn Við Fingramáling Námsvísindi Diplom Freerangestock

    Diplom í Námsfrøði: Fylgið stroyminum her

  2. Politiskur valfundur í Kongshøll.jpg

    Valfundur í dag: Hvussu styrkja vit Føroyar við ungdómi, útbúgvingum og gransking?

  3. Heðin Ingi Abrahamsen Staðið Phd 09032026

    Heðin Ingi Abrahamsen staðið ph.d.