18.06.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Norðurlendskt starvsfólkaumbýti

Sára Joensen, deildarskrivari á Føroyamálsdeildini, var í mai mánaði á Nordisk Institut á Københavns Universitet og arbeiddi, har hon fekk møguleika at seta seg inn í teirra lestur, arbeiðsgongdir o.a.


 

Føroyamálsdeildin hevur nógv samskifti við Nordisk Institut, og fleiri av arbeiðsuppgávunum líkjast. Nøkur lesandi á Føroyamálsdeildini fáa lesturin góðskrivaðan á Nordisk Institut og øvut. Tí var uppihaldið eitt kærkomið høvi hjá henni at síggja, hvussu tey skipa arbeiðið, samstundis sum tað gav íblástur til at bøta um nakrar mannagongdir.


Ferðin varð játtað gjøgnum “Norðurlendskt starvsfólkaumbýti” – ein skipan, sum Løgmansskrivstovan umsitur, hvørs endamál er at menna tað norðurlendska samstarvið.

 

les meira um umbýti á heimasíðuni hjá løgmansskrivstovuni.