University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Norðurlendskur Netverksfundur í Føroyum
22.09.2011
Námsvísindadeildin

Norðurlendskur Netverksfundur í Føroyum

Fríggjadagin 9/9-2011 var norðurlendskur netverksfundur á Frælsinum fyri fólk, ið varða av læraraútbúgvingum.


Luttakararnir komu úr Noregi, Svøríki, Íslandi, Finlandi og Føroyum, og allir høvdu tað til felags, at teir annaðhvørt starvaðust sum dekanar, undirvísingarleiðarar ella granskarar á norðurlendskum læraraútbúgvingum.

Á fundinum vóru m.a. hesi evni havd til umrøðu:

• Læraraútbúgvingin sum partur av universitetsverðini

• Áhugaverdar norðurlendskar PhD- og granskingarverkætlanir, ið snúgva seg um skúlaskap, undirvísing og læring

• Norðurlendskt granskingarsamstarv í framtíðini

Fundurin var væleydnaður. Og føroysku luttakararnir kundu staðfesta, at tá ið tað snýr seg um granskingarsamstarv er stórur áhugi at fáa avtalu í lag við Føroya læraraskúla.

Næsti netverksfundur verður í Åbo í Finlandi í aprílmánaða 2012. Tá fara fundarluttakararnir at kjakast um, hví finski fólkaskúlin fær so góð úrslit í altjóða kanningum, og um orsøkin til hetta kanska er, at finska læraraútbúgvingin í mong ár hevur verið ein 5 ára MA-útbúgving.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast