22.09.2011
Námsvísindadeildin
Skriva út

Norðurlendskur Netverksfundur í Føroyum

Fríggjadagin 9/9-2011 var norðurlendskur netverksfundur á Frælsinum fyri fólk, ið varða av læraraútbúgvingum.


Luttakararnir komu úr Noregi, Svøríki, Íslandi, Finlandi og Føroyum, og allir høvdu tað til felags, at teir annaðhvørt starvaðust sum dekanar, undirvísingarleiðarar ella granskarar á norðurlendskum læraraútbúgvingum.

Á fundinum vóru m.a. hesi evni havd til umrøðu:

Læraraútbúgvingin sum partur av universitetsverðini

Áhugaverdar norðurlendskar PhD- og granskingarverkætlanir, ið snúgva seg um skúlaskap, undirvísing og læring

Norðurlendskt granskingarsamstarv í framtíðini

Fundurin var væleydnaður. Og føroysku luttakararnir kundu staðfesta, at tá ið tað snýr seg um  granskingarsamstarv er stórur áhugi at fáa avtalu í lag við Føroya læraraskúla.

Næsti netverksfundur verður í Åbo í Finlandi í aprílmánaða 2012. Tá fara fundarluttakararnir at kjakast um, hví finski fólkaskúlin fær so góð úrslit í altjóða kanningum, og um orsøkin til hetta kanska er, at finska læraraútbúgvingin í mong ár hevur verið ein 5 ára MA-útbúgving.