15.03.2013
Námsvísindadeildin
Skriva út

Nú ber til at menna sínar kunningarførleikar

Landsbókasavnið skipar nú aftur fyri skeiði um, hvussu tú leitar í leitigrunnum í E-feingi. Skeið verða í mars, apríl og maj, og fyrsta skeiðið verður mikudagin, 20. mars.


Skeiðini hava til endamáls at tryggja, at tey, sum hava brúk fyri tænastunum í E-feingi,lesandi, lærarar og granskarar,  ikki steðga á ella kasta frá sær, tí at tey ikki kenna grundleggjandi leitihættirnar. At hava skil fyri leiting og kunningarkeldum og at duga at leita miðvíst er partur av okkara kunningarførleikum.

Á skeiðunum, sum eru fyrrapartar, verður fyrst greitt frá meiri almennum viðurskiftum, sum gera seg galdandi, tá ið tú leitar eftir tilfari í vísindaligum leitigrunnum. Síðan verður farið neyvt ígjøgnum leitimøguleikarnar í ávísum leitigrunni, og at enda sleppa luttakararnir at royna seg sjálvar.

Meiri fæst at vita um skeiðini á: http://www.flb.fo/skeie-um-leiting-eftir-visindatilfari.html