
Rannvá Dávadóttir
04.08.2022
Setrið
Skriva út
Nú ber til at søkja inn á tøk lestrarpláss
Til og við 15. august 2022 ber til at søkja tøk lestrarpláss til útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya
Enn er møguleiki at søkja inn á bachelor- og masterútbúgvingar umframt hjánám í 2022, tí á fleiri útbúgvingum eru framvegis tøk lestrarpláss.
Umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, tær verða móttiknar. Tí er at skunda sær, tí tann, ið fyrst søkir, fær boðið lestrarpláss fyrst. Upptøkutreytirnar eru tær somu sum til upptøkuna fyrr í summar. Upptøkutreytirnar til einstøku útbúgvingarnar eru at finna á útbúgvingarsíðunum á heimasíðuni.
Umsóknarbløð og nærri kunning eru at finna her.
Umsóknir og skjøl, sum t.d. avrit av miðnámsprógvi ella øðrum prógvi, skulu sendast til lestur@setur.fo í seinasta lagi mánadagin 15. august 2022 kl. 24.00.
Tøk pláss eru á hesum útbúgvingum:
Bachelor
Master
Hjánám
-
03.08.2022 Setrið FøroyamálsdeildinLuttakarar úr 10 ymiskum londum á summarskeiði í føroyskum á FøroyamálsdeildiniUndirvíst verður hvønn dag í 3 vikur Eftir koronasteðg er a...
-
26.07.2022 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiKrabbameins- og deyðatíttleiki í Føroyum í altjóða tíðarritiGreinin, við heitinum: “Cancer in the Faroe Islands from 196...
-
21.07.2022 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFramsøgufrælsi (III)Vit halda á við framsøgufrælsinum og fara hesa ferð at hyggj...